Siðareglur sálarfrøðinga í Norðurlondum

SIÐAREGLUR SÁLARFRØÐINGA Í NORÐURLONDUM

Formæli

Siðareglur sálarfrøðinga er neyvlýsing av tí almenna siðsemi sum galdandi er fyri bæði sálarfrøðingar og allar aðrar borgarar. Í starvi teirra koma sálarfrøðingar viðhvørt í krevjandi støður við torførum metingum, har alment siðsemi ikki røkkur til sum leiðbeining. Starvsøkið er ofta merkt av tvídrátti millum sjálvstøði og bundni, har ikki slepst undan at røra við heilskap og mørk hjá menniskjum samstundis sum ein  varðar av teirra sjálvræði.

Sálarfrøðingur kann fáa djúptøkna ávirkan á lívið hjá viðskiftafólki samstundis sum hann má virða teirra heilskap. Av hesum grundum eru sálarfrøðingar komnir ásamt um yrkisligar siðareglur við tí endamáli at leiðbeina og menna siðfrøðiliga umhugsni. 

Samtakið av sálarfrøðingafeløgum í Europa, EFPA (European Federation of Psychologists’ Associations) samtykti árið 1995 Meta-Code of Ethics, við tí endamáli at umfata tær støður og avbjóðingar sum professionellir sálarfrøðingar møta í yrki sínum. Norðurlendskir sálarfrøðingar hava síðani miðskeiðis í 1980’unum havt felags siðfrøðiligar leiðreglur. Í 1996-97 vórðu hesar siðareglur endurskoðaðar samsvarandi bæði Meta-Code of Ethics og vaksandi tørvi fyri at sniða siðareglur á ein slíkan hátt at tær heldur fremja umhugsni og orðaskifti um siðfrøðiligar tvístøður, enn at vera ein røð av atferðarreglum.

Siðareglurnar eru skipaðar í fýra grundreglur við nágreinandi viðmerkingum undir hvørjari.

·         Virðing fyri rættindum og tign viðskiftafólksins

·         Førleiki í starvi

·         Ábyrgd

·         Heilskapur

Endamálið við siðareglunum er:

·         At stuðla sálarfrøðingum í Norðurlondum at taka støðu til siðfrøðiligar spurningar.

·         At verja viðskiftafólk móti óhóskandi og/ella skaðiligari viðgerð.

·         Vísa fyridømi fyri siðiligum og fakliga grundaðum samskifti sálarfrøðinga millum, og við aðrar               yrkisbólkar.

·         Skapa fortreytir fyri at álitið á starvsemi sálarfrøðinga verður varðveitt.

·         Vera grundarlag undir yrkis-siðfrøðiligum leiðbeiningum og ráðgeving á serstøkum økjum.

Siðareglurnar eru ætlaðar sálarfrøðingum. Tær eru skrivaðar á yrkismáli teirra við tí endamáli at veita sum bestu upplýsing. Tískil er ikki gjørligt uttan fyrilit at tulka siðareglurnar við máli og hugsanarhátti hjá øðrum yrkisbólkum, sum eitt nú løgfrøðiligar lógargreinar.

Siðareglurnar viðvíkja virksemi sálarfrøðinga, ið allýst er sum ein og hvør støða har sálarfrøðingur starvar í sambandi við einstaklingar, bólkar og stovnar. Farast skal eisini eftir teimum í arbeiðsuppgávum sum ikki beinleiðis verða uppfataðar sum sálarfrøðiligar, men tó verða gjørdar av sálarfrøðingum vegna førleikar sum fingnir eru gjøgnum útbúgving teirra.

Feløg sálarfrøðinga í Norðurlondum hava ábyrgd fyri at leggja til rættis fortreytir fyri siðfrøðiligari umhugsni og orðaskifti limanna millum, gjøgnum undirvísingar- og ráðgevingartiltøk, og vænta av sínum limum, at teir halda fram at menna sína tilvitsku um siðfrøðiligar spurningar.

Siðareglurnar eru sostatt bindandi fyri allar limir í sálarfrøðingafeløgum Norðanlanda, í øllum teirra yrkisliga virksemi. Feløgini eiga at hava rættleiðandi og agandi mannagongdir at taka til, tá kærur um limir skulu kannast og støða takast til tær.

I. Inngangur

Sálarfrøðingar arbeiða við útgangsstøði í fakligari vitan sum er bygd á vísindaliga gransking og staðfestar royndir. Sum frøði- og yrkisgrein er sálarfrøðin í støðugari menning, við tað at nýggj og fjøltáttað vitan og arbeiðshættir leggjast afturat teim verandi. Hetta hendir í einum samfelagi í broyting, har nýggjar uppgávur støðugt skapast. Tí hevur tað stóran týdning at sálarfrøðingar fylgja við gongdini og tilogna sær nýggja vitan í sínum størvum. Eisini er týdningarmikið at sálarfrøðingar hava fyrilit fyri sínum egnu avmarkanum og geva vitan og førleikar hjá starvsfeløgum og øðrum gætur.

Við sínum kunnleika fáa sálarfrøðingar fjøltáttaðar uppgávur í ymiskum yrkisligum sambondum og nýta nógvar ólíkar arbeiðshættir. Sálarfrøðingar hava fortreytir fyri at ávirka og broyta viðurskifti hjá einstaklingum, bólkum og stovnum á avgerandi hátt. Starvsemi sálarfrøðinga hevur ofta við sær møguleika fyri djúptøkna ávirkan á onnur menniskju. Slíkar starvstreytir seta stór krøv til fakligu siðvitskuna hjá sálarfrøðingum, og er hetta grundin til at teir hava avgjørt at áseta sær siðareglur.

Yrkislig sambond og arbeiðsuppgávur hjá sálarfrøðingum eru tó ofta av slíkum slag, at ikki er gjørligt at stýra teimum eftir formligum reglum. Tað umráðandi verður tí faklig siðvitska, ábyrgdarkensla og førleiki hjá einstaka sálarfrøðinginum.

Tað er avgerandi við støðugum orðaskifti um og menning av siðfrøðiligu leiðreglunum. Kortini endurspegla reglurnar eisini grundleggjandi gildi og viðurskifti millum menniskju, sum ikki eru so løtt at ávirka.

II. Siðareglur

Í tí sum fylgir vísir orðið ‘viðskiftafólk’ til einhvønn persón, bólk ella bygnað, sum sálarfrøðingurin hevur viðurskifti við í starvi sínum. Í ávísum føri kann hugtakið víðkast til eisini at umfata tey sum sálarfrøðingurin er óbeint knýttur til, sum til dømis familjuna hjá einum klienti, bygnaðarliga umhvørvið hjá einum klientbólki ella kundar, sjúklingar og íognarar í einum stovni/fyritøku sum er klientur hjá sálarfrøðingi.

II.1. Virðing

Sálarfrøðingur virðir rættindi, tign og heilskap hjá hvørjum menniskja. Hann virðir rætt einstaklingsins til privatlív, trúnað, sjálvsavgerðarrætt og sjálvstøði, samsvarandi øðrum professionellum skyldum sínum, og galdandi lóggávu.

II.1.1. Virðing fyri rættindum og tign

Sálarfrøðingur virðir grundleggjandi rættindi hjá tí einstaka menniskjanum,    tign og heilskap, og ansar væl eftir at fakliga vitan hansara ikki verður nýtt á ein hátt sum særir, skaðar, misnýtir ella kúgar menniskju. Sálarfrøðingurin er hyggin um og virðir ta vitan og tað innlit, tær royndir og tann serkunnleika, sum viðskiftafólk, viðkomandi triðju partar og almenningur hava, umframt at virða serstakar førleikar, skyldur og ábyrgd sum starvsfelagar og aðrir yrkisbólkar hava. Sálarfrøðingurin er uppmerksamur um einstaklingsbundnar, lutverkatreytaðar og mentanarligar munir sum viðvíkja virknisstøði, kyni, kynsligum samleika, etniskum og tjóðskaparligum uppruna, aldri, átrúnaði, máli og samfelagsstøðu – og hevur í huga tær avmarkanir, sum liggja í eins egnu mentanarligu, stættarligu og kynsbundnu fortreytum.

II.1.2. Trúnaður og tagnarskylda

Sálarfrøðingurin virðir rætt tess einstaka til trúnað, við at tiga um tað hann í starvi sínum fær at vita um viðskiftafólk og onnur. Tó má tagnarskyldan víkja tá viðskiftafólk ella onnur eru í beinleiðis vanda. Eisini kann sálarfrøðingur sambært lógum landsins hava skyldu til at veita upplýsingar, og kunnar tí sítt viðskiftafólk um tær avmarkanir í tagnarskylduni, sum lógin ásetur.

II.1.3. Upplýst samtykki og valfrælsi

Sálarfrøðingurin ger upplýst samtykki møguligt við at kunna síni viðskiftafólk um ætlaðar atgerðir, og hann greiðir teim støðugt frá tí hann ger, og sannlíkum avleiðingum av tí, so tey verða før fyri at velja um tey vilja luttaka.  Er viðkomandi ikki myndugur, verður samtykki fingið til vega frá foreldrum ella verja, við hóskandi atliti til sjálvstøði teirra sum um ræður.

II.1.4. Sjálvsavgerðarrættur

Sálarfrøðingurin tryggjar sjálvræði og sjálvsavgerðarrætt viðskiftafólksins á mest møguligan hátt, eisini rættin til at byrja og enda yrkisliga sambandið. Tá arbeitt verður við børnum, fólki sum er noytt sambært lógarheimild, ella undir trýsti í akuttum støðum, er møguligt at víkja frá sjálvræðisregluni við at vísa til galdandi lógir. Tó skal gerast vart við, at eisini í slíkum førum verður strevað eftir samstarvi.

II.2. Yrkisførleiki

Sálarfrøðingurin leggur sær nær at menna og viðhalda eitt høgt yrkisligt førleikastøði í starvi sínum. Sálarfrøðingurin miðar eftir tilvitan um sínar yrkisligu og persónligu sterku og veiku síður, so hann í sannroynd kann meta sín førleika til at átaka sær uppgávur. Sálarfrøðingurin átekur sær bert tey verk, bjóðar bert tær tænastur og nýtir bert teir arbeiðshættir, sum hann hevur førleika til vegna útbúgving, starvsvenjing og –royndir.

II.2.1. Siðfrøðilig tilvitan

Fortreytin fyri góðum yrkisligum førleika er at sálarfrøðingurin er hyggin viðvíkjandi yrkisligu siðareglunum so at siðfrøðiligur hugburður sameinast fakligum virksemi.

II.2.2. Førleiki og førleikamenning

Sálarfrøðingur grundar starv sítt á vísindaliga vitan og gransking, og miðar eftir støðugari yrkisligari menning. Sálarfrøðingur tilognar sær vitan um vísindaligu og fakligu menningina innanfyri sítt starvsøki.

II.2.3. Avmarkanir í førleikum

Sálarfrøðingur arbeiðir innanfyri teir karmar sum egin førleiki setur, og sum grundast á útbúgving, venjing, royndir og persónliga styrki/avmarkanir, og leitar sær professionella hjálp og stuðul í truplum støðum.

II.2.4. Avmarkanir í arbeiðsháttum

Sálarfrøðingurin er greiður yvir at teir arbeiðs- og framferðarhættir, sum nýttir verða í yrkinum, ikki eru fullkomnir, og at tær niðurstøður sum verða gjørdar tískil mugu takast við fyrivarni. Sálarfrøðingurin vísir serligan ans, tá hann nýtir arbeiðshættir, hjálpiamboð og tøkni sum enn eru á royndarstigi og sum ikki nøkta vanligum krøvum um háttalag, ella sum sálarfrøðingurin enn ikki megnar til fulnar.

II.2.5. Avmarkanir í umstøðutreytum

Sálarfrøðingurin gevur tí gætur hvussu arbeiðstreytir og samfelagsviðurskifti kunnu fremja ella forða gagnligari nýtslu av førleikum og arbeiðsháttum hansara.

II.3. Ábyrgd

Sálarfrøðingur er tilvitaður um yrkisligu og vísindaligu ábyrgdina sum hann hevur yvirfyri viðskiftafólki sínum, stovninum og samfelagnum hann arbeiðir og livir í. Sálarfrøðingur ansar eftir ikki at valda skaða og ber ábyrgd av gerðum sínum. Sálarfrøðingur tryggir sær, eftir besta førimuni, at tænasta hansara ikki verður misnýtt.

II.3.1. Ábyrgd

Sálarfrøðingurin hevur sjálvur ábyrgd fyri dygdini í og avleiðingunum av sínum verkum og hevur samstundis í huga, at hann verður uppfataður sum umboð fyri sín yrkisbólk. 

II.3.2. Misnýtsla og skaði

Sálarfrøðingur forðar fyri at sálarfrøðilig vitan og arbeiðsháttur verða misnýtt, og tekur ábyrgd fyri at minka um skaða sum kann væntast, ella ikki slepst undan. Sálarfrøðingur luttekur ikki í virksemi sum miðar ímóti, við likamligum ella sálarligum tvingsli (hugburðsávirkan, ‘heilavaski’, píning) ella hóttanum um slíkt, at:

·         noyða menniskju til at geva upplýsingar ella játtanir

·         trýsta menniskju til at avdúka, avnokta ella broyta egnar ella annara lívsáskoðanir, politiskar,           átrúnaðarligar ella siðfrøðiligar sannføringar.

Sálarfrøðingur vendir sær ímóti, og ger alt hann er mentur at forða fyri, at sálarfrøðilig vitan verður nýtt í tílíkum virksemi.

II.3.3. At handfara siðfrøðilig ivamál

Sálarfrøðingurin viðurkennir at siðfrøðiligar tvístøður kunnu koma fyri, og er tað ábyrgd hansara at greiða slíkar tvístøður, ráðføra seg við starvsfelagar og/ella felag sálarfrøðinga, og at kunna viðkomandi onnur um tey krøv sum siðareglurnar seta.

II.3.4. Samanhangandi tænasta

Hevur sálarfrøðingur átikið sær yrkisligu ábyrgdina fyri eini uppgávu og farin í gongd við hana, ger hann nøktandi avtalu við viðskiftafólkið um hvussu uppgávan skal enda, ella ávísir víðari til annan skikkaðan yrkispersón áðrenn hann sleppur ábyrgdini. Sálarfrøðingur er tilvitaður um ábyrgdina hann hevur fyri sambandi sínum við viðskiftafólk eftir at yrkisliga samstarvið er formliga endað.

II.3.5. Víðkað ábyrgd

Sálarfrøðingur hevur serstaka ábyrgd fyri vísindaligum og yrkisligum virksemi, eisini siðfrøðiligum støði, hjá sínum starvsfólki, atstøðingum, teim hann vegleiðir og sínum námsfólki. Undirvísir hann í sálarfrøðiligum starvsháttum, hevur hann ábyrgd av gjølliga at lýsa teirra styrki eins væl og veikleikar, umframt teirra siðfrøðiligu avleiðingar.

II.4. Yrkisligur heilskapur

Sálarfrøðingur strevar eftir at vera heilur og samsvarandi sjálvum sær í gransking, undirvísing og verkligari sálarfrøði. Hetta merkir, at sálarfrøðingur ber seg heiðurliga, uttanveltað og virðiliga at við viðskifta- og samstarvsfólk, og roynir at gera egna lutverk sítt í tí samanhangi hann virkar, greitt og týðiligt fyri teimum.  

II.4.1. Rættlæti og gjøgnumskygni

Sálarfrøðingur gevur viðkomandi og nøktandi upplýsingar um sínar førleikar, útbúgving, starvsroyndir, dugna og faklig tilknýti, umframt einans at nýta tey starvsheiti sum útbúgving, løggilding og reglugerðir heimila. Tá hann sigur sína áskoðan sum sálarfrøðingur, ger hann sítt besta fyri at vera sakligur og nágreiniligur. Sálarfrøðingurin kunnar um sálarfrøðiligt starvsemi soleiðis at tað ikki skapar misskiljingar ella skaðar yrkis- og frøðigrein.  

Sálarfrøðingur kunnar frammanundan um fíggjarligu treytirnar og tekur støðu til tær fylgjur tað kann fáa fyri tað professionella sambandið um hann tekur móti gávum ella øðrum veitingum frá sínum viðskiftafólki.

II.4.2. Ósamsvarandi lutverk og misnýtsla av støðu  

Sálarfrøðingur miðar eftir at vera tilvitaður um egnan tørv, hugburð og virðismeting, og um egið lutverk í yrkisligum samskifti. Hann misnýtir tískil ikki sítt vald og sína støðu við at gera sær dælt av tí álitissambandi hann hevur við sítt viðskiftafólk.

Sálarfrøðingur sleppur sær undan at hava annað samband við viðskiftafólkið enn tað yrkisliga, sum kann minka um fakligu fjarstøðuna og hava við sær mótstríðandi áhugamál og misnýtslu av støðuni.

Sálarfrøðingur tekur atlit til, at nánd og kynshugur kunnu beinleiðis og óbeinleiðis hava ávirkan á sambandið millum sálarfrøðing og viðskiftafólk.

Sálarfrøðingur sleppur sær undan at sambandið við viðskiftafólk gerst persónligt ella kynsligt. Kynslív millum sálarfrøðing og viðskiftafólk eigur undir ongum umstøðum at fara fram.   

III. Nýtsla av Siðareglunum

Siðareglur Sálarfrøðinga í Norðurlondum eru samtyktar av Nevnd og Aðalfundi felags Føroyskra Sálarfrøðinga.

III.1. Siðfrøðilig leiðbeining fyri sálarfrøðingin

Siðareglurnar eru ætlaðar til at hjálpa sálarfrøðingum í dagligum starvi, við umhugsan og ætlanum, og við at finna loysnir í siðfrøðiligum spurningum og vandamálum. Her hevur tað alstóran týdning at vísa hesum ans:

·      Ábyrgd sálarfrøðings verður mett eftir hvussu yrkisliga sambandið er háttað, og hvat slag av        uppgávu talan er um.

·      Munurin á vitan og valdastøðu ávirkar altíð tað yrkisliga sambandið sum sálarfrøðingur hevur við        viðskiftafólk og starvsfelagar. Jú størri munurin er, jú meiri ábyrgd hevur sálarfrøðingurin.

·      Innihaldið í einstøku siðareglunum eigur at mennast gjøgnum støðuga umrøðu í yrkisliga               umhvørvinum.

 III.1.1 Siðfrøðilig umhugsan

Hvørja ferð sálarfrøðingur avger at átaka sær ella vísa frá sær arbeiðsuppgávu, grundar hann um hana frá einum siðfrøðiligum sjónarhorni. Soleiðis skapast og hvessist neyðuga tilvitskan um siðfrøðiligar spurningar og sálarfrøðingurin verður meira vakin í komandi verkum. Verður henda umhugsanin ein støðug gongd, gerst eisini lættari at greina siðfrøðilig ivamál.   

III.1.2 Siðfrøðiligar tvístøður

Sálarfrøðingar gera sær greitt, at tær fýra grundreglurnar altíð eru bundar at hvørjari aðrari og at tær onkuntíð kunnu toga hvør í sína ætt. Slík tvístøða krevur yvirvegaða umhugsan og ofta samrøðu við viðskiftafólk og starvsfelagar, har siðareglurnar verða vigaðar mótvegis hvørji aðrari.

Hóast tílíkar ivastøður, er ofta neyðugt at taka avgerðir og fara til verka. Í givnum umstøðum kann hetta hava við sær, at ávísar siðareglur mugu verða tiknar fram um aðrar.

III.1.3. Siðfrøðiliga avgerðargongdin

Møguligt er at uppdaga siðfrøðilig vandamál beinan vegin og loysa tey, tá týðiligar leiðreglur ella fyridømi eru til staðar. Tá viðkomandi reglur ikki samsvara (siðfrøðilig tvístøða) kunnu metingarnar gerast fløktari og drúgvari.

Hesi stig eru týdningarmikil tá siðfrøðilig avgerð verður tikin:

· At greina spurningar og vandamál sum eru siðfrøðiliga viðkomandi.

· At lýsa møguligar framferðarhættir.

· Greina bráðfeingis og langvarandi fyrimunir og vansar við hvørjum møguleika, fyri øll sum varða av      málinum.

· Velja mannagongd eftir neyva meting av virðum, siðareglum og verkleiðbeiningum.

· Fara til verka – við skyldu at taka ábyrgd av avleiðingunum.

· Eftirmeta úrslit av tiltøkunum.

· Sálarfrøðingurin bøtir um óynsktar avleiðingar tá slíkar vísa seg. Um ikki eydnast at loysa             siðfrøðiliga spurningin á nøktandi hátt, verða aðrir møguleikar royndir.

Sálarfrøðingar sum standa framman fyri siðfrøðiligum avbjóðingum ráðføra seg við starvsfelagar og/ella siðfrøðinevnd. Hóast avgerðin um framferðarhátt liggur hjá viðkomandi sálarfrøðingi, er tað at leita sær hjálp altíð tekin um fakliga siðvitsku.

Sálarfrøðingur sum veit, at starvsfelagi hevur trupult við at handfara siðfrøðiliga avbjóðing, býður honum hjálp og stuðul til at gjøgnumhugsa málið og taka avgerðir.

III.2. Kunning fyri almenningi

Kunningartilfar ætlað almenningi um sálarfrøðiligar tænastur eigur at innihalda upplýsingar um siðfrøðiligu skyldur sálarfrøðinga, umfatandi møgulig regluverk galdandi fyri viðkomandi øki. Somuleiðis kann almenn kunning setast í verk, um tær yvirskipaðu siðareglurnar, sum skulu tryggja fakligt siðsemi í yrkinum.

Sálarfrøðingar veita teimum sum teir arbeiða fyri, og øðrum avvarðandi, nøktandi kunning um siðareglur og aðrar leiðreglur sum galda fyri sálarfrøðistørv, og teir upplýsa um møguleikar at seta fram klagur, um reglugrundarlag hjá ymiskum kærustovnum og møguligar revsiatgerðir.     

III.3. Grundarlag fyri viðgerð av klagum um sálarfrøðingar

Siðareglurnar eru grundarlag undir støðutakan til klagur yvir sálarfrøðingar. Tá metast skal um slíkar, eigur atlit at verða tikið til tær siðfrøðiligu tvístøður sum kunnu vera íkomnar, og tað sum sálarfrøðingurin hevur valt at gera undir siðfrøðiligu avgerðargongdini (sí III.1.3).

Sálarfrøðingur sum verður vitandi um, at starvsfelagi víkur álvarsliga frá siða-reglunum, hevur skyldu til at kunna Siðfrøðinevnd felags Føroyskra Sálarfrøðinga um hetta.