Viðtøkur fyri Siðfrøðinevndina

Viðtøkur fyri Siðfrøðinevndina

Siðfrøðinevndin hjá felagnum "Føroyskir Sálarfrøðingar", hevur 4 limir, og ein teirra stendur fyri vali á hvørjum regluliga aðalfundi felagsins. 

Limir í Siðfrøðinevndini skulu ikki hava annað álitisstarv í felagnum.

Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni. Tá formanninum berst frá, stendur næstformaðurin fyri fundinum. Formaðurin hevur ábyrgd av, at arbeiðið í nevndini verður niðurskrivað og goymt, so bert nevndarlimir kunnu fáa fatur á tí. 

Skrivligt tilfar um klagur verður goymt í 10 ár. Síðani verður beint fyri tí.

Nevndin hevur fund, tá tørvur er á tí, tó í minsta lagi tvær ferðir um árið.

Arbeiðið hjá Siðfrøðinevndini er grundað á leiðreglur norðurlendskra sálarfrøðinga, sum eru at finna á heimasíðu felagsins, www.psykolog.fo.

 Arbeiðið hjá nevndini er millum annað:

1.  at menna tilvitanina hjá limum felagsins um siðfrøðilig ivamál, ið kunnu vera í sambandi við sálarfrøðiligt arbeiði, og um siðfrøðiligu leiðreglur norðurlendskra sálarfrøðinga.

2.  at ráðgeva í siðfrøðiligum ivamálum í sambandi við arbeiðið hjá sálarfrøðingum.

3.  at taka ímóti klagum um limir felagsins og viðgera tær.

Limirnir í Siðfrøðinevndini og í felagsnevndini hava skerpaða tagnarskyldu í sambandi við klagumál.

Siðfrøðinevndin tekur bert málið upp, um tann, klagað verður um, er limur í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar.

Siðfrøðinevndin tekur ikki klagur upp, sum snúgva seg um hending, ið er farin fram fyri meira enn fimm árum síðani, og nevndin viðger ikki klagur frá ónevndum.

Limur í Siðfrøðinevndini og í felagsnevndini kann ikki taka lut í viðgerð av ella avgerð í málum, sum viðvíkja honum sjálvum ella onkrum, hann persónliga ella yrkisliga stendur ov nær.

Tá Siðfrøðinevndin fær eina klagu, frá sjúklingi, klienti ellar øðrum avvarðandi, sum er partur í málinum, sum nevndin metir snýr seg um brot á siðfrøðiligu leiðreglurnar hjá norðurlendskum sálarfrøðingum, og sum annars eigur at verða tikin upp, verður viðkomandi biðin um at lata nevndini skrivliga frágreiðing um málið. Samstundis verður kunnað  um, at tann klagaði fær avrit av klaguni.

Í seinasta lagi ein mánað eftir, at klagan er móttikin, verður fundur ímillum tann klagaða og Siðfrøðinevndina avtalaður. 

Á fundi verður umrøtt, ímóti hvørjari av yrkissiðfrøðiligu leiðreglunum møguligt brot er framt, og roynt verður at gera siðfrøðiligu leiðreglurnar greiðar fyri tí, klagað hevur verið um.

Nevndin kann søkja sær sakkøna hjálp, tá hon metir tað neyðugt.

Metir Siðfrøðinevndin, at málið er so álvarsamt, at tað eigur at fáa fylgjur fyri tann klagaða sálarfrøðingin, kann nevndin heita á nevnd felagsins um t.d. at geva viðkomandi eina ávaring ella at koyra hann úr felagnum.

Verður niðurstøða send felagsnevndini, skulu bæði hann, ið klagað hevur, og tann klagaði verða kunnað frammanundan.

Avgerðin hjá Siðfrøðinevndini ella nevnd felagsins kann verða kærd til eina av norðurlendsku siðfrøðinevndunum, sum felagið fær avtalu við.

Nevndararbeiðið í Siðfrøðinevndini er ólønt, men nevndarlimir fáa goldið fyri útreiðslur í sambandi við luttøku á norðurlendskum og altjóða siðfrøðinevndarfundum.