< Aftur
Sosiala Deild í Tórshavnar Kommunu,
Barnaverndartænastan
Vaglið 1
100 Tórshavn

Telefon: 302060
Teldupostur: barnavernd@torshavn.fo
Privat praktiserandi: davidsenliv1@gmail.com

Lív Davidsen

Løggildur sálarfrøðingur

 

Arbeiðsøki:

Viðgerð av børnum, ungum og vaksnum, umframt samrøður til sama málbólk.

Útgreining av børnum og ungum, sum m.a. inniber testir av ymiskum slag. Barnasálarfrøðiligar kanningar og samspælskanningar av børnum og foreldrum.

Supervisión og ráðgeving av foreldrum og fosturforeldrum.

Supervisión/sparring av sosialráðgevum.

Útbúgving:

2017: Grundútbúgving í spæliterapi v/Jytte Mielcke

2017: Eftirútbúgving í DAT og PE viðgerð v/Casper Aaen

2017: Løggilding

2015: Cand. Psych. frá Syddansk Universitet

Starvsroyndir:

Eg havi starvast á Sosialu Deild síðan eg bleiv útlærd í 2015.

Arbeiðstilgongd:

Eg taki altíð støði í vandamálunum hjá tí einstaka og leggi viðgerðina/samrøðuna til rættis eftir tí. Til tey yngru børnini nýti eg ofta spæliviðgerð.

Skeiðsvirksemi og ráðstevnur:

Luttaki árliga á ymsum skeiðum. Nevnast kann m.a.:

Mentaliseringsbaseret terapi

Metakognitiv terapi for børn og unge

Limaskapur:

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar