< Aftur
J. Patussonargøta 24.
Telefon 512239
Mail: asvor.skaalum@gmail.com

Ásvør Skaalum

Løggildur sálarfrøðingur

 

Útbúgving

  • Cand. Psych frá Århus Universitet í 1994
  • Løggilding frá Dansk Psykolognævn 1997

 

Starvsroyndir

  • Sjálvstøðug starvandi sálarfrøðingur
  • Sernám
  • Almannaverkið - Børn og Ung
  • Sjálvstøðug starvandi sálarfrøðingur
  • Psykiatriski depilin
  • Sernámsdepilin
  • Aalborg Psykiatrisk Sygehus
  • Undirvísing – Miðnám, heilsurøktarfrøðingar

 

Arbeiðsøki

  • Eg arbeiði við sálarfrøðilig viðgerð av børnum, ungum, vaksnum
  • Veiti viðgerð til einstaklingar, pør og familjur.
  • Eg arbeiði m.a. við ótta, tunglyndi, strongd og avleiðingum av kynsligum ágangi ella harðskapi.  Umframt tá talan er um sorg, kreppur og lívsbroytingar.
  • Samtalur og ráðgeving av foreldrum, tá ivi er um trivnað og menning hjá børnum, ella tá samskifti og sampæl er trupult.
  • Veiti supervisión og vegleiðing til fakfólk, antin einstaklingar ella bólkar innan ymisk arbeiðsøkir og ymisk fakøkir.
  • Havi menningartilgongdir í arbeiðsbólkum, tá avbjóðingar eru við samskifti, trivnað ella tá kreppustøður eru.
  • Arbeiði við kreppuviðgerð og bráfeingis kreppuhjálp bæði einstaklingar og bólkar.
  • Eg átaki mær eisini at halda skeið, undirvísa og hava temadagar.

 

Viðgerðartilgongdir

Mín tilgongd byggir á psykodynamisk, systemisk/narrativ og kognitiv ástøðið og arbeiðshættir. Viðgerðin og tilgongdin verður løgd til rættis í mun til støðuna og tørvin í hvørjum einstøkum føri.

Arbeiði undir sáttmála við Heilsutrygd (ávísing frá lækna)

Virki undir avtalu við Almannaverkið, um viðgerð av seinárinum av kynsligari misnýtslu og harðskapi í nærsambondum.

 

Skeið og eftirúrbúgving

  • Viðgerðartilgongdir  – einstaklingar og bólkar
  • Supervisión
  • SE - Traumaviðgerð 
  • Umframt ymisk skeið innan:
    • Terapeutiska viðgerð
    • Børn og Ung – kanningar og viðgerð
    • Familju- og parviðgerð
    • Psykiatri
    • Sálarfrøðiligar kanningar
    • Neuropsykologi
    • Bólkar og toymir
    • Organisatión og leiðslu
    • Supervisión og konsultatión

 

Limaskapur

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar

Dansk Psykologforening