< Aftur
Starvsstaður:
Sálarfrøðingur
Pædagogisk Psykologisk Rådgivning 6-18 år
Kompetencecenter for Inklusion og Læring
Furesø Kommune
Stiager 2
3500 Værløse

Johanna Davidsen

Sálarfrøðingur

Starvsroyndir:

PPR Psykolog, Furesø Kommune (februar 2018 -)
Eri partur av einum tvørfakligum toymi á sernámsfrøðiligu deildini, har vit í tøttum samstarvi við foreldur, skúlaleiðslu, námsfrøðingar og lærarar virka fyri, at øll børn hava møguleika at læra og mennast út frá teirra førleikum. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitunum um ráðgeving út frá eini konsultativari tilgongd, samstarvsfundir, samrøður við børn, ung og foreldur, útgreinan, eins og tætt samstarv við aðrar myndugleikar og psykiatriska økið. Harafturat eri eg partur av einum toymi, sum veitir kreppuhjálp, tá ið á stendur, eins og eg havi staðið fyri upplæring av nýggjum sálarfrøðingum. Vit virka út frá einum narrativum og systemiskum útgangsstøði, eins og vit í stóran mun hava fingið íblástur frá Low-Arousal -tilgongdini.

Brystkirurgisk Afsnit, Ringsted sygehus (februar 2016 - september 2017)
Eg var tilknýtt deildini sum sálarfrøðiligur starvsnæmingur og hevði einstaklingasamtalur við kvinnur, ið høvdu fingið staðfest bróstkrabba. Samtalurnar høvdu serliga eitt kreppusálarfrøðiligt og eksistentielt útgangsstøði. Sum liður í eini góðskumenningarætlan hjá sjúkrahúsinum longdi eg tilknýtið til deildina eftir starvsvenjingina og gjørdist partur av einum toymi, sum setti á stovn bólk og virkaði sum bólkaleiðari fyri ungum avvarðandi at bróstkrabbasjúklingum, har tey á jøvnum føti kundu hittast og práta. Harafturat hava vit - bæði innan- og uttanhýsis - hildið upplegg um reaktiónsmynstur hjá ungum avvarðandi at álvarsliga sjúkum foreldrum og greitt frá úrslitunum úr kvalitativari kanning, umframt royndunum við bólkinum.

Joan Søstrene, København (oktober 2012 - september 2014)
Var sjálvboðin í anonymari og ókeypis ráðgeving fyri kvinnur, ​útsettar fyri harðskapi, neyðtøku, ​blóðskemd ​ella kynsligari happing. Arbeiðið ​fevndi m.a. um samtalur við kreppuraktar kvinnur​ um sálarligar reaktiónir og løgfrøðiligar ella sosialar trupulleikar orsakað av áganginum.​ Eisini var eg partur av politiska toyminum, sum arbeiddi fyri at betra um rættindini hjá ​kvinnum, útsettar fyri ágangi av ymsum slag.

Útbúgving:

Kandidatútbúgving í sálarfrøði, Syddansk Universitet (2015-2017)

Høvuðsuppgávan var ein kvalitativ kanning um tørvin hjá​ ungum avvarðandi at kvinnum við bróstkrabba og hvussu ung kunnu stuðlast undir sjúkutíðini hjá mammuni.

Bachelorútbúgving í sálarfrøði, Syddansk Universitet (2011-2014)

Skeiðsvirksemi:

Supervision af andre faggrupper (2019)
Harafturat luttaki eg regluliga, tá relevant upplegg vera hildin innan mítt starvsøki í nærumhvørvinum - eitt nú um angist, autismu, ADHD, blóðskemd, fólkaheilsu o.a.

Limaskapur í yrkisligum feløgum:

Dansk Psykolog Forening
Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar