15th European Society for Traumatic Stress Studies Conference

21/02/2017

Tann nýggjasta vitanin og eina framtíðar kós fyri, hvussu vit best fyrbyrgja og viðgera ágang móti børnum.


Til øll tykkum - sum á onkran hátt arbeiða við og um børn

Tjóðardepilin fyri Psykotraumatologi (Videnscenter for Psykotraumatologi) og Syddansk Universitet skipa fyri 15. Ráðstevnu hjá “European Society for Traumatic Stress Studies” (ESTSS) við heitinum: “Child Maltreatment Across the Lifespan”.

Ráðstevnan verður 2.-4. Juni 2017 í Odense, Danmark.

Sum ein liður í at bøta um - og menna almennu heilsuna  - verða átøk móti ágangi á børn raðfest frammarliga á tí almennu dagsskránni. Ágangur á børn fevnir um eitt komplekst samspæl millum almenn, mentanarlig, fíggjarlig og lívfrøðilig viðurskifti í samfeløgum. Og somuleiðis eru avleiðingar av ágangi móti børnum fjølbroyttar og verða millum annað settar í samband við øktan vanda fyri sera neiligum og kroniskum psykiskum og likamligum heilsuavleiðingum ígjøgnum alt lívið.

Endamálið við hesi ráðstevnu er at savna ta nýggjastu vitanina innan økið og seta eina framtíðar kós fyri, hvussu vit best fyrbyrgja og viðgera ágang móti børnum.

Ráðstevnan fer at varpa ljós á traumatiskar reaktiónir, hjá ymiskum bólkum av fólkum, millum annað tey, sum hava verið fyri tilvildarligum traumatiskum upplivingum, lívshættisligum sjúkum, katastrofum, veteranar og flóttar. Fyri at kunna presentera eitt fjølbreitt yvirlit, fer ráðsstevnan at fevna um framløgur og seminar frá bæði granskarum og klinikarum. Málið er soleiðis at betra og nútímansgera samarbeiðshættir millum tey, ið hava verið fyri trauma, tann akademiska heimin, frívillig, lógarbundnar tænastur og politiskar avgerðartakarar.

Ráðstevnan verður á Syddansk Universitet í Odense, ein sjarmerandi søguligi býur har Hans Christian Andersen varð føddur og vaks upp. Odense er triðstørsti býurin í Danmark og hevur gott ferðasamband við bæði flogvøllin í Keypmannahavn og Billund.

Ráðstevnan er skipað av Danska felagnum móti ágangi á børn, Det Nationale Center for Psykotraumatologi og Syddansk Universitet og meira kann lesast á: www.estss2017.eu