• Frá vinstru: Pétur Tyrfingsson (Sálfræðingafélag Íslands), Lars Ahlin (Sveriges Psykologforbund), Tóra Petersen (Føroyskir Sálarfrøðingar), Roal Ulrichsen (Dansk Psykologforening) og Tor Levin Hofgaard (Norsk Psykologforening). Finski formaðurin Tuomo Tikkenen var ikki á hesum fundinum, og Roal legði frá sær stutt eftir henda mynd varð tikin. Myndin er frá SAK fundi í Stokkholm mars 2012.

Felagið vertur fyri norðurlendskum fundum

06/10/2018

Dagarnar 3. og 4. oktober 2019 var felag okkara aftur vertur fyri samstarvsfundum fyri norðurlendsku sálarfrøðingafeløgini (SAK - SamArbetsKomitéen). Fundurin fyrra dagin var fyri samráðingaleiðarar, og tann seinna dagin fyri formenn/kvinnur og skrivarar í feløgunum. Samstundis hava felagsdeildirnar hjá teim lesandi fundast. Føroysku umboðini vóru Kári Leivsson formaður, Signhild Johannesen skrivari, Páll Nolsøe fyri Akademikarafelagið (samráðingaleiðari) og Maria Samuelsen umboðaði SÁL, sum er deildin hjá teim lesandi í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar. 

Myndin omanfyri er frá fundunum 12.og 13. mai 2016 tá vit eisini vóru vertur.