Tíðindaskriv frá Føroyskum Sálarfrøðingum

19/10/2017

Tíðindaskriv

Neyðugt at fara til verka fyri at betra um sálarheilsuna – áheitan til politikararnar frá Norðurlendsku feløgunum fyri sálarfrøðingar

Føroyskir Sálarfrøðingar hava júst luttikið á fundum í Keypmannahavn fyri norðurlendsku feløgini fyri sálarfrøðingar, og ein av niðurstøðunum var ein felags áheitan á politisku avgerðartakarar í Norðurlondum: Viðurkennið tørvin fyri at fara til verka! Tiltøk mugu raðfestast í mun til sálarheilsu og fyribyrging av sálarsjúku. Enn er gjógvin millum tað, vit vita gagnar og tað, sum verður gjørt, ov stór. Áheitanin, ið er viðheft hesum telduposti, er send Føroya løgmanni, umframt Heilsu- og Innlendismálaráðnum, Almannamálaráðnum, Mentamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum.

Áheitan frá norðurlendsku feløgunum

Tørvurin á, at størri dentur verður lagdur á sálarheilsu, er ikki bara í Norðurlondum, men í øllum heiminum. Sambært WHO stríðast fleiri enn 350 milliónir menniskju í heiminum við tunglyndi, og norðurlendsku feløgini fyri sálarfrøðingar stuðla tilmæli frá ST um rættin til góða sálarheilsu. Stuðulsbrævið er somuleiðis viðheft.

Stuðulsbræv til ST

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar

Samband: Tóra Petersen, næstforkvinna

Tlf. 220460