Arbeiðsøki
• Sálarfrøðilig viðgerð, børn, ung og vaksin
• Sálarfrøðiligar kanningar, børn og ung
• Ráðgeving til foreldur í mun til børn og ung
• Viðgerð við avvarandi hjá rúsbundnum
• Parsamrøður
Sálarfrøðilig viðgerð av børnum, ungum og vaksnum. Royndir við viðgerð av t.d. tunglyndi, angist og avbjóðingum í samband við menningarórógv.
Í viðgerð við børnum og ungum verður stórur dentur lagdur á, at foreldur verða inndrigin í viðgerðina, tá eitt barn ella tannáringur kemur til samtalir. Í tí sambandi er viðgerðartilgongdin systemisk, við fokus á samanhang og relatiónir. Dentur verður lagdur á at styrkja tilknýtið millum barn og foreldur.
Sálarfrøðiligar kanningar av børnum og ungum. Foreldraráðgeving í mun til tær avbjóðingar sum kunnu framstanda hjá børnum og ungum, við eyðkennum innan eitt nú ADHD ella Autismu. Samtalir við t.d. børn og ung, ið standa á bíðilista at verða útgreinað.
Parsamrøður, har fokus er á at uppbyggja relatiónina í parlagnum. Um parið eigur barn/børn kann dentur verða lagdur á at styrkja foreldraleiklutin og foreldrasamstarvið, sum kann hava ymiskar avbjóðingar við sær, sum ávirkar bæði parlagið og familjuna sum heild.
Samrøður við avvarðandi hjá rúsbundnum, har fokus er á at skapa eitt trygt rúm har tey kunnu bróta tøgnina. Ymisk evnir sum tabu, yvirábyrgd, “pleasara leikluturin”, at seta mørk, kunnu typiskt fylla nógv.
Útbúgving
2021, Kandidat útbúgving í Sálarfrøði, Aarhus Universitet. Heiti á ritgerð: “Hvussu ávirka ávíkavíst foreldrastílar og arvaeind menningina av
mótstøðuføri (eng. Resilience) hjá barninum"
2015-2019, Bachelor í Sálarfrøði. Heiti uppgávu: “Tá tvey blíva trý"
Starvsroyndir
2024 - Títt Rúm, Blái Krossur, sálarfrøðingur
2022 - 2024 Barna- og ungdómspsykiatri, Tórshavn, sálarfrøðingur
2017 - 2022 Psykiatriski depilin, Tórshavn, seingjardeild, hjálparfólk
Skeiðir og annað
2025, Sertifisering sum viðgerði í Circle Of Security Parenting, – Circle of Security international
2024, Undirvísing í mentaliseringsbaseraðum terapi V/Janne Walløe Vilmar og Stefan Lock Jensen
2023, Skeið í Kognitivari atferðarterapi v/ Casper Åen
2023, Træningsskeið í at brúka autisme diagnostisk observations skema – second edition (ados-modulerne 1-4)
2022, Sertifisering í Prevention and Relationship Enhancement Program (PREP), skeið fyri pør,- Center for familieudvikling
2022, Flóttahjálpin hjá Reyða Krossi, við uppgávu at geva supervisjón til sjálvboðin
Viðgerðartilgongdir
Viðgerðin tekur altíð støði í tí einstaka sum kemur inn, og ætlan fyri viðgerðartilgongdina verður løgd í samstarv við klientin.
Við systemiskari tilgongd hyggur man at menniskjum, sum part av einum størri systemi, t.d. familju, parlagi ella starvsplássi. Endamálið er at skapa betri trivna við at eygleiða mynstur, og arbeiða við samskifti og samspæli, sum ávirkar partarnar í systeminum.
Kognitiv- og kognitiv atferðarterapi snýr seg um at arbeiða við hvussu tankar ávirka eitt nú kenslir og atferð. Í terapi verður eitt nú arbeitt við at broyta og umstrukturera tankamynstur.
Limaskapur
Felagið føroyskir sálarfrøðingar