Felagði

Sálarfrøði sum tænasta og viðgerðartilboð er ung í Føroyum samanborið við aðrar tænastur og viðgerðir.

Fyrsti føroyski sálarfrøðingurin við universitetsútbúgving varð settur í starv í 1973, og fyrsta sjálvstøðuga viðgerðarstovan varð sett á stovn í 1981. Í dag starvast nærum 50 sálarfrøðingar innan almanna-, heilsu- og skúlaverkið, í kommunum,  barnaverndartænastum, viðgerðarstovnum og í sjálvstøðugari vinnu. 

Um felagið

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar verður stovnað

Marita Petersen, cand.pæd.psych., sála og Jan Willemoes, cand.psych et cand.merc. vóru nøkur av teimum, sum tóku stig til at seta felagið Føroyskir Sálarfrøðingar á stovn. Felagið varð stovnað 10. januar 2000 við tí endamáli at menna sálarfrøðiliga vitan og førleika í Føroyum.

Sáttmáli við Heilsutrygd

Felagið hevur eisini til endamáls at tryggja føroyska borgaranum sálarfrøðiliga viðgerð. Sáttmáli varð gjørdur við Sjúkrakassarnar – seinni Heilsutrygd – um ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð. Sáttmálin tryggjar at føroyingar, eftir ávísing frá kommunulækna, kunnu fáa viðgerð hjá góðkendum sálarfrøðingum, sum eru fevndir av sáttmálanum. Í løtuni er skipanin so, at borgarin sjálvur skal rinda 60% og Heilsutrygd rindar 40% av tí, viðgerðin kostar.

Sáttmálin tryggjar sostatt ikki viðskiftafólki fult endurgjald enn, men felagið Føroyskir Sálarfrøðingar arbeiðir fyri, at ikki skulu vera fíggjarligar forðingar fyri at fáa sálarfrøðiliga viðgerð, men at slík viðgerð skal kunna veitast føroyingum eins og læknalig viðgerð verður veitt.

Felagið er eisini partur av øðrum skipanum um alment fíggjaða sálarfrøðiliga viðgerð, tú kanst lesa um hesar tænastur við at trýsta á: her

Menna sálarfrøðiliga vitan, innlit og førleikar í Føroyum

Sum liður í at menna sálarfrøðiliga vitan, innlit og førleikar í Føroyum, hevur felagið bjóðað almennu Føroyum til tiltøk og verkstovur við sálarfrøðiligum evnum. Fyrstu ferð var í 2000, tá stór ráðstevna varð hildin við seks norskum sálarfrøðingum; aðru ferð var í 2001, tá skipað varð fyri fleiri minni verkstovum við tveimum donskum sálarfrøðingum. Frá 2001 til 2011 varð skipað fyri fleiri internum skeiðum og verkstovum fyri føroyskar sálarfrøðingar, og í 2011 sniðgav felagið fyrsta Sálarfrøðiliga Fakfestivalin. 

Stovnan av Studentasektión

Sálarfrøðiligar tænastur vera alt meira eftirspurdar, bæði tá talan er um skeiðsvirksemi, tilbúgving, undirvísing, viðgerð og fakliga vegleiðing umframt ráðgeving og leiðbeining til einstaklingar, fyritøkur og felagsskapir – bæði almennar og privatar. Tað er okkara visión, at henda gongd heldur á til frama og gagns fyri borgarar, fyritøkur, feløg og land. Tí hevur felagið Føroyskir Sálarfrøðingar sett á stovn eina Studentasektión, sum skal viðvirka til at menna føroyska sálarfrøði og stuðla undir, at føroysk sálarfrøðilesandi koma aftur til Føroyar eftir lokna útbúgving.

Bók um felagið

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar verður stovnað

Marita Petersen, cand.pæd.psych., sála og Jan Willemoes, cand.psych et cand.merc. vóru nøkur av teimum, sum tóku stig til at seta felagið Føroyskir Sálarfrøðingar á stovn. Felagið varð stovnað 10. januar 2000 við tí endamáli at menna sálarfrøðiliga vitan og førleika í Føroyum.

Sáttmáli við Heilsutrygd

Felagið hevur eisini til endamáls at tryggja føroyska borgaranum sálarfrøðiliga viðgerð. Sáttmáli varð gjørdur við Sjúkrakassarnar – seinni Heilsutrygd – um ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð. Sáttmálin tryggjar at føroyingar, eftir ávísing frá kommunulækna, kunnu fáa viðgerð hjá góðkendum sálarfrøðingum, sum eru fevndir av sáttmálanum. Í løtuni er skipanin so, at borgarin sjálvur skal rinda 60% og Heilsutrygd rindar 40% av tí, viðgerðin kostar.

Sáttmálin tryggjar sostatt ikki viðskiftafólki fult endurgjald enn, men felagið Føroyskir Sálarfrøðingar arbeiðir fyri, at ikki skulu vera fíggjarligar forðingar fyri at fáa sálarfrøðiliga viðgerð, men at slík viðgerð skal kunna veitast føroyingum eins og læknalig viðgerð verður veitt.

Felagið er eisini partur av øðrum skipanum um alment fíggjaða sálarfrøðiliga viðgerð, tú kanst lesa um hesar tænastur við at trýsta á: her

Sálarfrøðiliga Fakfestivalin

Avgerandi átak og sigursrúsur

Mest umfatandi átakið hjá føroyskum sálarfrøðingum nakrantíð hevur verið fakfestivalurin, sum felagið skipaði fyri fyrstu ferð í 2011. Á fakfestivalinum hetta árið og í 2012 og 2013 vóru verkstovur og fyrilestrar í hópatali, sum 30-35 sálarfrøðingar úr Føroyum og uttan úr heimi skipaðu fyri og hildu. Fakfestivalarnir vóru fyri tað mesta á Hotel Føroyum, men Norðurlandahúsið varð eisini brúkt eftir tørvi.

Stigtakarar til Sálarfrøðiliga Fakfestivalin vóru Jan Willemoes og Tóra Petersen. Jan bar upp á mál við Tóru í 2010, at felagið átti at skipað fyri eini ráðstevnu við verkstovum og fyrilestrum, ið bæði almenningurin og føroyskir sálarfrøðingar um allan heim kundu fingið gagn av. Orðið var ikki meira enn hálvtalað, so varð tann stóra verkætlanin skotin í gongd. Stýrisbólkur varð settur niður at standa fyri fyrsta festivalinum, sum varð avgreiddur væl og virðiliga í mars 2011. 

“Okkara hugsan var, at vit skuldu knýta allar føroyskar sálarfrøðingar í heiminum saman á festivalinum, har teir kundu leggja tað fram, teir høvdu upp á hjarta. Vit hava eisini tikið stig til at upphevja landafrøðiligar forðingar millum sálarfrøðingarnar í Føroyum og uttanlands á tann hátt, at allir eru skrásettir á heimasíðuni hjá felagnum og kunnu samskifta umvegis eitt nýtt intranet har. Eisini øll undir útbúgving eru savnað í serligari deild fyri lesandi á heimasíðuni og á Facebook. Hetta knýtir tey tættari at Føroyum”, sigur Jan Willemoes. 

Hetta stendur m.a. skrivað um Sálarfrøðiliga Fakfestivalin í bókini “Sálarfrøðingar í Føroyum 1973-2013”, sum Uni Arge hevur skrivað. 

Nevnd

Tóra Lützen

Forkvinna

Pætur Zachariasson

Varaformaður

Angeli Tindskarð

Skrivari

Henry Johannesen

Kassameistari

Birita Lamhauge Jóansdóttir

Nevndarlimur v.ø. uppgávum

Svanna Jákupsdóttir

Tiltakslimur

Annika Helgadóttir Davidsen

Tiltakslimur

Oddbjørg Balle

Grannskoðari

Viðtøkur

Navn, endamál og virki felagsins

§1
Navn felagsins er “Føroyskir Sálarfrøðingar” 

§2
Endamál felagsins er:

  • At røkja faklig og fíggjarlig áhugamál í sambandi við virksemi hjá føroyskum sálarfrøðingum.
  • At fremja áhugan fyri sálarfrøði og økja kunnleikan um tann týdning, sum sálarfrøðin hevur, at skapa umstøður at fremja sálarfrøðiliga gransking og praktiskt sálarfrøðiligt virksemi, og at virka fyri, at eftirútbúgvingin av sálarfrøðingum í Føroyum fylgir við menningini á økinum.
  • At fremja samstarv millum sálarfrøðingar og aðrar viðkomandi fakbólkar.
  • At umboða føroyskar sálarfrøðingar í millumtjóða samstarvi og altjóða pallinum annars.

§3
Fyri at náa teimum í §2 ásettu málum skal felagið:

  • Samstarva við felagsskapir og stovnar í Føroyum og uttanlands, sum hava týdning fyri sálarfrøði.
  • Skipa fyri felagsfundum.
  • Fáa í lag eftirútbúgvingarskeið fyri limir felagsins.

§4
Felagið umboðar limir sínar mótvegis teimum myndugleikum og øðrum, sum hava ávirkan á virksemi hjá sálarfrøðingum.

2. stk.
Lønar- og arbeiðsviðurskifti hjá alment settum sálarfrøðingum eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar ger seg galdandi sum virkin yrkisbólkur innanfyri karmarnar av hesum yrkisfeløgum. 

Limir

§5
Treytin fyri at gerast vanligur limur í felagnum er útbúgving sum Cand.psych., Mag.art. í psykologi ella Cand.pæd.psyk.

2. stk.

  • Nevndin kann gera av, at onnur við útbúgving á sama støði, sum tær í 1. stk. nevndu, kunnu  gerast limir í felagnum.
  • Metingar um støðið í øðrum útbúgvingum enn teirri her nevndu, verða gjørdar í samstarvi við Dansk Psykolognævn.

3. stk.
Lesandi í sálarfrøði á lærdum háskúlum kunnu fáa limaskap eftir serstøkum reglum. 

§6
Limirnir lata eitt árligt limagjald.

2. stk.
Limagjaldið verður ásett á aðalfundinum eftir tilmæli frá nevndini. 

3. stk.
Limagjaldið verður goldið frammanundan, og í eins stórum pørtum hvønn ársfjórðing.

4. stk.
Hevur limur ikki goldið limagjald innan 4 vikur aftaná áminning, so verður limur útlimaður.

5. stk.
Ynskir limurin at verða innlimaður aftur, skal samlaða eftirstøðan gjaldast áðrenn innliman. Fyrningarfreistin er 5 ár og kann fyrrverandi limur, sum ikki hevur goldið sína eftirstøðu eftir hetta, innlimast aftur. 

Aðalfundurin

§7
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.

2. stk.
Regluligur aðalfundur verður hildin hvørt ár í fyrra hálvári.

3. stk.
Aðalfundurin verður fráboðaður skrivliga minst 6 vikur frammanundan. Onnur mál, enn tey í grein 9 nevndu, sum ynskjast á skránna, skulu vera nevndini í hendi minst 3 vikur undan fundinum.

4. stk.
Endalig skrá fyri fundin verður send limunum 2 vikur undan fundinum. 

§8
Eykaaðalfundur verður hildin, tá nevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá í minsta lagi triðingur av limunum krevja tað og boða frá, hvørji mál, ið ynskjast til viðgerðar.

Eykaaðalfundurin verður fráboðaður í seinasta lagi eina viku eftir, at áheitanin er komin nevndini í hendur, og annars eftir somu reglum sum vanligi aðalfundurin. 

§9
Á regluliga aðalfundinum skulu hesi mál vera á skránni:

  • Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
  • Frágreiðing um virksemi felagsins seinasta árið.
  • Framløga og góðkenning av roknskapi felagsins.
  • Áseting av virksemi felagsins komandi árið.
  • Val av nevndarlimum, tiltakslimum og einum grannskoðara. 

§10
Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá hann er lógliga lýstur.

2. stk.
Á aðalfundinum kann avgerð bert verða tikin um tey mál, sum standa á fundarskránni.

3. stk.
Einki mál er samtykt, uttan at meirilutin av teimum, sum eru á fundinum, atkvøða fyri tí. 

Felagsnevndin

§11
Á hvørjum regluligum aðalfundi verða hesir nevndarlimir valdir:  støk ár 3 og óstøk ár 2 limir.

Eisini er val av tveimum tiltakslimum og einum grannskoðara.

2. stk.
Felagsnevndin verður vald við seðlum. Á atkvøðuseðilin verða skrivað ávikavist 3 og 2 nøvn.

Tey 3 (ella óstøk ár 2) sum hava flestar atkvøður, eru vald í nevndina. Falla atkvøður eins, verður lutakast.

3. stk.
Tiltakslimirnir verða valdir á sama hátt, sum ásett í 2.stk., tá skulu í mesta lagi 2 nøvn skrivast á seðilin. 

§12
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, skrivara, kassameistara og umboði í Akademikarafelagið Føroya.

Nevndin ger av, hvør virkar í formansins stað, um hesin hevur forfall.

2. stk.
Felagsnevndin hevur ábyrgdina av dagliga virksemi felagsins. Nevndin er bundin av lógum felagsins og av aðalfundarviðtøkum og av viðtøkunum hjá Akademikarafelagi Føroya, men hevur annars fullan myndugleika at umboða felagið.

3. stk.
Felagið er bundið av undirskrift formansins. 

§13
Felagsnevndin heldur fund, tá formaðurin heldur tað vera neyðugt, ella tá hinir nevndarlimirnir krevja tað og boða frá hvørji mál ynskjast til viðgerðar.

Í hesum føri skal fundurin í seinasta lagi verða hildin eina viku eftir, at áheitanin er framkomin.

2. stk.
Nevndin er viðtøkufør, tá minst tríggir nevndarlimir eru hjástaddir.

Eingin avgerð verður tikin uttan, at minst tríggir nevndarlimir atkvøða fyri.

3. stk.
Allar avgerðir verða skrivaðar upp í eina gerðarbók.

4. stk.
Við teimum í hesi grein ásettu avmarkingum, avger nevndin sjálv sína fundarskipan. 

§14
Kassameistarin skal røkja fíggjarviðurskifti felagsins, heinta inn limagjald og greiða útreiðslur.

Á hvørjum aðalfundi framleggur hann roknskapin fyri árið, sum fór.

2. stk.
Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið. 

Siðfrøðinevnd (etikknevnd)

§15
Felagið setur á stovn serstaka nevnd, sum skal viðgera siðfrøðiligar spurningar sum viðvíkja arbeiðinum hjá føroyskum sálarfrøðingum – bæði viðvíkjandi einstakum limum og yrkisbólkinum sum heild.

Siðfrøðinevndin hevur 4 limir, og verður ein teirra nývaldur á hvørjum aðalfundi. 

Felagsslit

§16
Felagið kann verða slitið á regluligum aðalfundi, tá tað frammanundan er gjørt limunum kunnugt, og tá 2/3 av limum felagsins atkvøða fyri. 

Lógarbroytingar

§17
Hesar viðtøkur kunnu bert verða broyttar á regluligum aðalfundi ella eykaaðalfundi, og bert tá 2/3 av teimum møttu limunum atkvøða fyri.

Samstarv

Norðurlendskt samstarv

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar hevur eisini latið rødd sína ljóða á øðrum pøllum en tí heimliga. Í 2010 fekk felagið javnbjóðis limaskap í Norðurlendsku Samstarvsnevndini fyri Sálarfrøðingafeløg – SAK. ‘SamArbetsKomitéen’ varð sett á stovn í Stokkhólmi í 1951, og er samansett av leiðslunum fyri feløgini í Finnlandi, Noregi, Svøríki, Danmark, Íslandi og Føroyum. SAK hevur til endamáls at samstarva um viðurskifti hjá norðurlendskum sálarfrøðingum og fyri menning av sálarfrøðini sum frøði og yrki. SAK hittist tvær ferðir árliga, har viðkomandi og aktuell evni verða tikin upp til viðgerðar.

Í tilknýti til SAK-fundirnar eru – til skiftis – fundardagar fyri Professiónsleiðarar og Samráðingaleiðarar á arbeiðsmarknaðinum. Her hevur Magistara/Akademikarafelagið umboðað okkum á fundunum fyri samráðingaleiðarar. 

 

Norðurlendsku sálarfrøðingafeløgini hava langa og stolta traditión aftan fyri seg og arbeiða fyri at tryggja, at góðskan og krøvini til sálarfrøðingar eru á hægsta støði. Feløgini ynskja eisini at menna og styrkja yrkið uttan fyri Norðurlond, og Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland og Ísland hava millum annað stovnað Scandinavian Journal of Psychology – eitt altjóðliga viðurkent vísindaligt tíðarrit fyri sálarfrøðiligari gransking.

Altjóða samstarv

Norðurlendska sálarfrøðin ger seg eisini galdandi á størri altjóða pøllum og hevur gjøgnum árini havt týðandi leiklut og sessir eitt nú í IUPsyS, International Union of Psychological Science (Altjóða Felagsskapur fyri Sálarfrøði sum vísindi, www.iupsys.net) og SAK er partur av EFPA (European Federation of Psychologists’ Associations, www.efpa.eu). 

Navn felagsins er “Føroyskir Sálarfrøðingar” 

Scroll to Top