Yrkið

Á hesari síðuni kanst tú kunna teg um sálarfrøðiliga yrkið viðvíkjandi útbúgving, eftirútbúgving og galdandi lóggávu fyri sálarfrøðingar.

Harumframt kanst tú finna ymiskt tilfar, ið kemur sálarfrøðiliga yrkinum við. 

Útbúgving

Sálarfrøðingur er við lóg eitt vart starvsheiti, sum fólk við útbúgving góðkend av Dansk Psykolognævn hava rætt at nýta. Kandidatútbúgvingarnar í sálarfrøði frá Københavns Universitet, Aalborg Universitet, Aarhus Universitet og Syddansk Universitet, nevndar cand.psych., eru í løtuni einastu útbúgvingar, sum geva beinleiðis rætt til hetta heitið. Niðurløgdu útbúgvingarnar cand.pæd.psych. og mag.art. í sálarfrøði eru javnmettar við cand.psych. og geva sostatt eisini rætt til at at nevna seg sálarfrøðingur. 

Fólk við javnlíkum sálarfrøðiligum útbúgvingum frá øðrum lærdum háskúlum kunnu søkja Dansk Psykolognævn um at fáa útbúgvingina javnmetta við donsku cand.psych. útbúgvingarnar og harvið fáa rættin til starvsheitið sálarfrøðingur. 

Cand.psych. útbúgvingarnar eru allar uppbygdar við eini trý ára bachelorútbúgving og eini tvey ára kandidatiútbúgving, svarandi til 300 ects.

Ymiskt er hvørjum fakulteti sálarfrøðiligu instituttini eru staðsett. Í Keypmannahavn er tað undir samfelagsvísindaliga fakultetinum, í Aarhus er tað undir handils- og samfelagsvísindaliga fakultetinum, í Aalborg er tað undir hugvísindaliga fakultetinum og í Syddansk Universitet er tað undir heilsuvísindaliga fakultetinum. 

Les meiri um sálarfrøðiligar tænastur í Føroyum her.

Møguligt er at lesa um ymisku útbúgvingarnar á heimasíðunum hjá sálarfrøðiligu instituttunum, sí leinkjur niðanfyri. 

Københavns Universitet
Aarhuus Universitet
Aalborg Universitet
Syddansk Universitet

Løggilding/Autorisatión

Endamálið við løggilding/autorisatión er at tryggja borgaranum dygdargóða sálarfrøðiliga hjálp

Sálarfrøðingar kunnu sambært lógini um sálarfrøðingar søkja um løggilding frá Dansk Psykolognævn. Løggilding/autorisatión er ikki eitt krav fyri at kunna virka sum sálarfrøðingur, men alt fleiri arbeiðsgevarar seta hetta sum krav, tá søkt verður eftir sálarfrøðingi.

Løggilding/autorisatión er skipað sum ein 2-ára praktisk útbúgving efter lokna kandidatútbúgving. 

Les meira um krøvini og finn umsóknarbløð v.m. her: www.psykolognaevnet.dk

Serfrøðingaútbúgving

Útbúgvingin til serfrøðing er skipað soleiðis, at sálarfrøðingurin velur eitt av trimum høvuðsøkjum: Barnasálarfrøði, vaksinsálarfrøði ella arbeiðs- og organisatiónssálarfrøði.

Krøvini til útbúgvingina eru lýst í omanfyri standandi mynd, sum vit hava lænt frá Dansk Psykologforening, ið eisini umsitur góðkenningarnar.

Fleiri upplýsingar eru at finna á heimasíðuni hjá Dansk Psykologforening.  

Samstarv um serfrøðingaskeið

Felagið hevur gjørt avtalu við donsku fyritøkuna Vinther Mosgaard, ið bjóðar út skeið, ið eru góðkend til spesialist-útbúgvingina. Flestu skeiðini verða hildin í Keypmannahavn.

Avtalan er, at limir í Føroyskum Sálarfrøðingum fáa 15% av kostnaðinum. 

Sí meiri um skeiðini her.

 

Lóggáva

Lóg um sálarfrøðingar

Lógin um sálarfrøðingar er týðandi fyri dygdina og trygdina innan sálarfrøðiliga yrkið í Føroyum. Við lógini verður millum annað staðfest, hvør hevur rætt at rópa seg sálarfrøðing, og hvørjar treytir eru fyri at fáa løggilding. 

Sambært lógini kunnu bert tey, ið hava lokið útbúgving í sálarfrøði á fróðskaparsetri ella øðrum hægri lærustovni, brúka heitið sálarfrøðingur ella psykologur. Heitið sálarfrøðingur verður við lógini eitt vart heiti. 

Hevur tú staðið royndina sum kandidatur í sálarfrøði, í sálarfrøðiligari námsfrøði ella líknandi, hevur tú møguleika at fáa løggilding. Fyri at fáa løggilding skal sálarfrøðingur tó taka eina tvey-ára praktiska útbúgving aftrat. Tað er danska Psykolognævnet, sum hevur løggilding av sálarfrøðingum um hendi.

Danska Psykolognævnet tekur avgerð um, hvør uppfyllir treytirnar at kalla seg løggildan sálarfrøðing í Føroyum, og fráboðar avgerðina til sálarfrøðingin. Nevndin hevur harumframt eftirlit við løggildum sálarfrøðingum í Føroyum, bæði innanfyri og uttanfyri heilsuverkið. 

Eitt nú kann Psykolognævnet leggja mál fyri serliga aganevnd – Sundhedsvæsenets Disciplinærnævn – ið kunnu føra til átalu ella aðra revsing mótvegis løggildum sálarfrøðingum. Um ein persónur ynskir at kæra ein sálafrøðing, ið starvast innan heilsuverkið, er møguligt við heimild í nýggju lógini at senda kæru til aganevndina.

Skipanin við eftirliti og kærumøguleika, tá viðgerðin ikki er nøktandi, merkir, at borgarin við hesari lóg er betur tryggjaður í sambandi við sálarfrøðiliga viðgerð.

Lógin um sálarfrøðingar kom í gildi 12. oktober 2014, og hon kann lesast í fullari longd her. 

Scroll to Top