Til limir
Kunna teg um sattmálar, tryggingar og onnur limaviðurskifti.
Sáttmálar
Føroya Akademikarafelag
Alment settir føroyskir sálarfrøðingar fylgja sáttmálanum millum Føroya Akademikarafelag og Fíggjarmálaráðið. Seinasta sáttmálasemja kann finnast her, og galdandi lønartalvur síggjast her.
Trygging
Felagið arbeiðir í løtuni við at fáa avtalu í lag viðvíkjandi m.ø. bráðsjúku-, lívs- og ábyrgdartrygging fyri sjálvstøðugt praktiserandi sálarfrøðingarnar í felagnum.
Limaskapur
Endamál felagsins er:
- At røkja faklig og fíggjarlig áhugamál í sambandi við virksemi hjá føroyskum sálarfrøðingum
- At fremja áhuga fyri sálarfrøði og økja kunnleikan um tann týdning, sum sálarfrøðin hevur
- At skapa umstøður fyri at fremja sálarfrøðiliga gransking og praktiskt sálarfrøðiligt starvsemi
- At virka fyri at eftirútbúgvingin av sálarfrøðingum í Føroyum er í samsvari við altjóða menningina innan yrkið
- At fremja samstarv millum sálarfrøðingar og aðrar viðkomandi fakbólkar og yrkisøki
Treytin fyri limaskapi er, at tú ert útbúgvin sálarfrøðingur (cand.psych., cand.pæd.psych. ella cand.mag.art í sálarfrøði). Sí galdandi viðtøkur felagsins um limaskap her.
Gerst limur
Ert tú góðkendur sálarfrøðingur og enn ikki í felagnum, gerst tú limur við at gera eina gjaldsavtalu ígjøgnum Mín rokning, og senda okkum ein teldupost á: mail@psykolog.fo.
Limagjald
Limagjaldið fyri limir í Føroyum er 900,- fyri ársfjórðingin, ímeðan limir uttanlands og limir eldri enn 67 ár gjalda 200,- fyri ársfjórðingin.