Sálarhjálp

Sálarfrøðingar hava eitt breitt úrval av tænastum, ið verða boðnar bæði privat- og fakfólki.

Sálarfrøðingar kunnu sostatt bjóða m.a. psykoterapeutiska viðgerð fyri einstaklingar og bólkar, sálarfrøðiligar kanningar, supervisión av øðrum fakfólki, umframt ymsar undirvísingaruppgávur og skeiðsvirksemi - tengt at arbeiðsøki, áhuga og royndum hjá einstaka sálarfrøðinginum.

Flestu føroyskir sálarfrøðingar starvast sjálvstøðugt ella á almennum arbeiðsplássum. 

Kunna teg nærri um sálarfrøðiligu tænasturnar á hesum síðum. Sí yvirlit yvir limir felagsins her.