Samstarv

Samstarv

Norðurlendskt samstarv

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar hevur eisini latið rødd sína ljóða á øðrum pøllum en tí heimliga. Í 2010 fekk felagið javnbjóðis limaskap í Norðurlendsku Samstarvsnevndini fyri Sálarfrøðingafeløg – SAK. 'SamArbetsKomitéen' varð sett á stovn í Stokkhólmi í 1951, og er samansett av leiðslunum fyri feløgini í Finnlandi, Noregi, Svøríki, Danmark, Íslandi og Føroyum. SAK hevur til endamáls at samstarva um viðurskifti hjá norðurlendskum sálarfrøðingum og fyri menning av sálarfrøðini sum frøði og yrki. SAK hittist tvær ferðir árliga, har viðkomandi og aktuell evni verða tikin upp til viðgerðar.

Í tilknýti til SAK-fundirnar eru - til skiftis - fundardagar fyri Professiónsleiðarar og Samráðingaleiðarar á arbeiðsmarknaðinum. Her hevur Magistara/Akademikarafelagið umboðað okkum á fundunum fyri samráðingaleiðarar. 

Norðurlendsku sálarfrøðingafeløgini hava langa og stolta traditión aftan fyri seg og arbeiða fyri at tryggja, at góðskan og krøvini til sálarfrøðingar eru á hægsta støði. Feløgini ynskja eisini at menna og styrkja yrkið uttan fyri Norðurlond, og Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland og Ísland hava millum annað stovnað Scandinavian Journal of Psychology - eitt altjóðliga viðurkent vísindaligt tíðarrit fyri sálarfrøðiligari gransking.

Altjóða samstarv

Norðurlendska sálarfrøðin ger seg eisini galdandi á størri altjóða pøllum og hevur gjøgnum árini havt týðandi leiklut og sessir eitt nú í IUPsyS, International Union of Psychological Science (Altjóða Felagsskapur fyri Sálarfrøði sum vísindi, www.iupsys.net) og SAK er partur av EFPA (European Federation of Psychologists’ Associations, www.efpa.eu).