Maria Djurhuus

Navn: Maria Djurhuus, 23 ár
Bústaður í Føroyum: Tórshavn
Útbúgvingarstovnur: Århus Universitet
Árgangur: 2015 

 

Hvat dámar tær væl við útbúgvingini á tínum útbúgvingarstaði?
Lestrarumhvørvið er ótrúliga gott! Útbúgvingin er í høvuðsheitum sjálvlestur, og man hugsar kanska at hetta kann gerast einsligt. Men tað eru ótrúliga nógvir møguleikar fyri at luttaka í sosialum tiltøkum - alt frá at dansa og spæla badminton til revy og temaball. Nú eri eg ikki tann, sum renni til allar sosialar aktivitetir hvørja viku, men eg haldi at tað gevur nakað heilt serligt, at man merkjir at stemningurin millum tey lesandi er góður, at fólk kenna hvønn annan og koma hvørjum øðrum við. Og so veit man eisini, at tað altíð er ein møguleiki fyri at luttaka í onkrum, um man keðir seg ella følir seg einsamallan.

 

Yndisgrein í sálarfrøðini (teoretikari ella rættningur)?
Inntil víðari haldi eg at klinisk psykologi er tað økið, sum er mest spennandi.

 

Hevur tú ella hevur tú havt nakað lestrarstarv?
Eg eri ikki byrja á starvinum enn, men eg fari at arbeiða sum sjálvboðin á Klinik for OCD og Angstlidelser á Aarhus Universitetshospital í Risskov, har eg skal vera skrivari (referent) til bólkaviðgerir.

 

Hvat ætlar tú at brúka útbúgvingina til, og hvat er títt dreymastarv?
Nú havi eg bert lisið í 1,5 ár, og haldi tað er sera ringt at siga sum nú er. Áðrenn eg byrjaði at lesa, var eg rættiliga vís í, at eg vildi arbeiða innan kliniska økið, og hetta er nokk eisini tað, sum eg helli mest til í løtuni. Men eg havi eisini funnið útav, at sálarfrøðin inniheldur so nógv meira, enn eg hevði roknað við. So eg veit slett ikki, tavagud.

 

Áhugamál/frítíðarítriv?
Eg brúki tað mesta av mínari frítíð saman við vinfólki og sjeikinum. Annars dámar mær sera væl at lesa eina góða bók ella hyggja eftir einari góðari seriu.

 

Ætlar tú tær aftur til Føroya?
Ja eg ætli mær at flyta aftur einaferð. Men eg vænti at eg fari at arbeiða í Danmark ella aðrastaðni í nøkur ár aftaná at eg eri liðug at lesa.

 

Hevur tú onkra stuttliga søgu um, hvat fólk siga, tá ið tey hoyra, at tú lesur sálarfrøði?
Uha, eg haldi ikki eg havi nakra serstaka søgu, sum var serliga stuttlig. Men av onkrari orsøk spyrja fólk ofta “skal man ikki hava mega góðar karakterir fyri at sleppa inn har?” Annars eru tað mest viðmerkingar so sum: “Fert tú so at analysera meg nú?” ella “Hvat hugsi eg um beint nú?”.