HEILSUTRYGD

 

Fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð

Kommunulækni kann ávísa til viðgerðar hjá sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðingi eftir ávísum reglum, og rindar almenna Heilsutrygdin tá 40% av kostnaðinum. Felag Føroyskra Sálarfrøðinga og Heilsumálaráðið hava undirskrivað sáttmála, sum er galdandi frá 1. juli 2011. 

Kunnið tykkum um skipanina við at klikkja á leinkið her. Takstir fyri viðgerð hjá sálarfrøðingi verða stillaðir hvørt ár. Hesir eru stillaðir 1. juli 2022.

Fyri at verða góðkendur at virka undir hesi skipan, skal sálarfrøðingurin hava autorisatión frá Dansk Psykolognævn ella javnlíkt støði, og hava neyðugan fakligan førleika og royndir at viðgera teir persónsbólkar, sum sáttmálin fevnir um; sálarfrøðingurin skal har umframt ikki vera í almennum starvi í meira enn 15 tímar um vikuna, men arbeiða sjálvstøðugt minst 22 tímar um vikuna.

Yvirlit yvir teir sálarfrøðingar, ið virka virka undir sáttmála við Heilsutrygd, er at finna her

Ávísingarorsøkirnar til sálarfrøðiligar samrøður hesar:

1. Ráns-, harðskaps- og neyðtøkuoffur

2. Ferðslu- og vanlukkuoffur

3. Avvarðandi til álvarsliga sálarliga sjúk fólk

4. Fólk rakt av álvarsligari avlemjandi sjúku

5. Avvarðandi til fólk, sum eru rakt av álvarsligari avlemjandi sjúku

6. Avvarðandi við andlát

7. Fólk, sum hava roynt sjálvmorð og/ella hótt við sjálvmorði

8. Kvinnur, sum hava fingið framt fosturtøku eftir 12. viku

9. Fólk, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, áðrenn tey fyltu 18 ár