Carol Symphor

 

Navn og aldur:  Carol Symphor, 27 ár.

Hvar ert tú uppvaksin:  Eg eri uppvaksin í Vági.

Núverandi bústaður:  Vágur.

Útbúgvingarstaður:  Københavns Universitet.

Árgangur:  2010.

 

 

Hvat dámdi tær væl við útbúgvingini á tínum útbúgvingarstaði?

Mær dámdi í høvuðsheitum alla útbúgvingina væl. Eg haldi, at sálarfrøði á KU er væl samansett av ymsum fakum, soleiðis at ein fær innlit í nógvar greinar av sálarfrøðini. Eisini dámdi mær væl frælsið, ein hevði til at avgera nógv sjálv/ur við lesnaði, uppgávum, bólkaarbeiði, osfr..

 

Yndisgrein í sálarfrøðini (teoretikari ella rættningur)?

Mær dámdi ótrúliga væl tey fakini, ið høvdu við sosial og samfelagslig evnir at gera, so sosialsálarfrøðin var yndisfak, men kliniska sálarfrøðin stóð onki aftanfyri.

 

Hevði tú nakað lestrarstarv í tíni lestrartíð?

Eg hevði nøkur lestrarstørv, meðan eg las. Eg hevði eitt fast avloysarastarv í summarferiunum frá 2011 til 2015, tá eg var í Føroyum. Hetta var á Eiðisgarði, sum er eitt heim fyri fólk við sálarsjúku. Eg søkti ymiskt niðri, men tað var trupult at fáa viðkomandi lestrarstarv, áðrenn eg varð bachelor. Men frá 2012 og til eg flutti heim í 2015, var eg sjálvboðin á ‘Dansk Center vedr. Afhængighedssygdomme’, sum er ein ráðgevandi felagsskapur fyri fólk, ið eru bundin av rúsevnum, spæli og øðrum. Eg var eisini sjálvboðin hjá Barnabata umvegis kjatt og brævkassa, og so var eg í nevndini í SÁL.

Í 2013 byrjaði eg á tí, sum tá æt ’Center for Misbrugsbehandling og Pleje’. Hetta var eitt sentur undir Københavns Kommunu, ið hevði ymsar deildir, sum bjóða viðgerð fyri misnýtslu av rúsevnum og rúsdrekka. Eg var serliga tilknýtt heroinklinikkini ’Valmuen’, ‘E-huset’, sum er eitt heim fyri fólk, ið eru bundin av rúsdrekka og hava tørv á búðstaði, og eg var eisini á ‘Fixelancen’, sum er eitt mobilt rúsevnisrúm, har fólk kunnu koma og fáa rein amboð at brúka til rúsevnini. Eg helt, hetta arbeiðið vera ordiliga spennandi, men at byrja við var tað ikki tí, eg hevði serligan áhugað fyri rúsevnismisnýtslu, men tað tóktist sum, at tá eg fyrst hevði fingið fótin innum á hesi leiðini, so komu onnur størv innanfyri tað sama. Nå, men hesum sentrinum starvaðist eg á í eitt sindur yvir eitt ár, til eg byrjaði á ‘Sundholm’, sum eru herberg á Amager. Har var eg, til eg flutti til Føroya.

 

Hvat tekst tú við nú og hvussu komst tú inn á hesa leiðina?

Eg starvist hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu nú. Endamálið hjá Barnaverndartænastuni er at ansa eftir og hjálpa børnum og ungum, sum vegna sosial vandamál liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning. Eg var í ferð við at skriva spesialið, tá hetta starvið varð stovnað, og royndi bara at søkja, hóast eg ikki var liðug. Eg fekk starvið, og so flutti eg til Føroya og byrjaði at arbeiða stutt aftaná, eg hevði latið høvuðsritgerðina inn.

 

Hvørjar teoriir og metodir brúkar tú í tínum starvið?

Tað er individuelt fyri hvønn einstakan, soleiðis at viðgerðin er hóskandi til trupulleikarnar hjá viðkomandi. Eg arbeiði ofta við kognitivari atburðarterapi, eg havi tikið eftirútbúgving í EMDR, ið m.a. er effektiv traumaviðgerð, sum er rættiliga viðkomandi fyri mítt arbeiði.  Eg havi nógv børn í viðgerð, og tá er umráðandi at arbeiða systemiskt, so øll familjan verður hugsað við í viðgerðina, har tað er viðkomandi. Eisini brúki eg nógv psykodynamiska spæliviðgerð til børn.

 

Hvussu er at vera nýútbúgvin sálarfrøðingur?

At vera nýútbúgvin sálarfrøðingur er ordiliga spennandi og avbjóðandi. Ein lærir nógv um seg sjálva/n og fakið, ið ein ikki hevur lært í lestrartíðini.