Nevnd

Nevnd

Nevndin er mannað av sálarfrøðilesandi, sum lúka treytirnar, ið eru settar fyri at verða partur av lestrarfelagnum. Hesar kunnu lesast undir viðtøkum felagsins. Nevndin varð stovnað av Føroyskum Sálarfrøðingum, men hóast hetta, so skal hon skiljast sum ein sjálvstøðug nevnd, har lesandi sjálvi taka avgerðir og seta dagsskránna.

 

Nevndarlimir og uppgávubýti:

Formaður: Teitur Jákupsson Sigvardsen

Er orðstýrari til fundir, leggur skrá fyri og innkallar til fund. Hevur samband við FS og onnur viðkomandi. Er SAK-umboð. 

Næstformaður: Jógvan Heindrikur Rógvason Djurhuus

Virkar sum formaður, tá formaðurin er burturstaddur og hjálpir til við øðrum uppgávum.

Skrivari: Ingrid Larsen

Skrivar fundarfrágreiðingar tá nevndin hevur fund og skipar Dropbox.

PR-fólk: 

Er bindilið millum nevndina og limir felagsins eitt nú gjøgnum samskifti á Facebook bólkinum. 

Kassameistari: 

Hevur ábyrgd av tí peningaliga.

Umframt hetta býtið verða uppgávur býttar út í nevndini hvørja ferð, vit hava fund, soleiðis at arbeiðsbyrðan er áleið javnt býtt. Nevndin hevur í minsta lagi fund einaferð um mánaðin. Fundir eru á leið 2-3 tímar langir. Alt nevndararbeiðið er sjálvboðið arbeiði.