Socialt og fakligt tiltak í Keypmannahavn 14. apríl 2016
Hósdagin 14. Apríl 2016, kl. 17.30-20.30 skipaði SÁL fyri einum fakligum og sosialum tiltaki í Keypmannahavn.
Kvøldið byrjaði við, at vit samlaðust á DalleValle inni í býnum, har vit ótu og prátaðu saman. So fylgdust vit yvir á klinikkina hjá ‘Psykologerne i indre by’, har nøkur av teimum, sum ikki høvdu møguleika fyri at eta saman við okkum, stóðu og bíðaðu.
Fakliga tiltakið hesuferð var ein virkisvitjan. Vit vitjaðu Karen Brimnes Damholt - ein sálarfrøðingur, ið bæði arbeiðir kliniskt og arbeiðs- og organisatiónspsykologiskt. Hon helt eitt ’frit fra leveren’ upplegg fyri okkum um sítt arbeiðsøki í ca. ein tíma.
Fyrst vórðu vit biðin um at ganga eina rundu og hyggja inn í øll kontorini á klinikkini. Hvørt kontórið hevði ein serligan stíl, og man sá at tað vóru ymisk folk, sum húsaðust í hvørjum av teimum. Tá vit komu aftur á kontórið hjá Karen, spurdi hon okkum, um vit høvdu lagt merki til nakað, sum ikki var til staðar, í nøkrum av kontórunum. Hetta vísti seg at vera myndir av familju og aðrir persónligir lutir. Har afturímóti høvdu øll kontórini okkurt inni, sum peikaði aftur til barndómin. Karen sjálv hevði ein rugguhest. Bæði teir ‘manglandi’ persónligu lutirnir og leikurnar á kontórunum vóru tilvitaðar avgerðir, tiknar út frá tí psykodynamiska sjónarmiðinum.
Karen var sera blíð og bjóðaði bæði, kaffe, te, sjokolátu, frukt og saft. Hon tosaði um hvussu henna dámar best at arbeiða og gav okkum lesandi nógv góð ráð á leiðini. Klinikkin hjá Karen Brimnes Damholdt liggur á Palægade 3, 4. sal – 1261 København K, og heimasíða hennara er www.damholt.eu