Anna Kathrina Gudmundsdóttir Mortensen

Navn: Anna Kathrina Gudmundsdóttir Mortensen
Bústaður í Føroyum: Tvøroyri
Útbúgvingarstovnur: Århus Universitet
Árgangur: 2013
 

Hvat dámar tær væl við útbúgvingini á tínum útbúgvingarstaði?
Mær dámar sera væl lestrarumhvørvið í Aarhus, og allar teir hentleikar sum Universitet hevur at bjóða teimum lesandi, m.a. hava vit egnan lesisal við góðum arbeiðsumstøðum og kantinu, og ikki at gloyma vøkru Universitetsparkina, har man kan nýta eina friðsæla løtu.  

 

Yndisgrein í sálarfrøðini (teoretikari ella rættningur)?
Nú havi eg bert lisið í tvey ár, men mær dámar sera væl klinisk psykologi og neuropsykologi, eisini havi eg stóran áhuga fyri dreymatýðingum.

 

Hevur tú ella hevur tú havt nakað lestrarstarv?
Nei, men ætlanin er at fáa mær eitt komandi semestur.

 

Hvat ætlar tú at brúka útbúgvingina til, og hvat er títt dreymastarv?
Eg havi ikki avgjørt enn, hvat økið eg fari at arbeiða innan, havi enn nøkur ár til at hugsa um tað, tó helli eg mest til kliniska økið, við bæði ungum og eldri.

 

Áhugamál/frítíðarítriv?
Eg nýti mína frítíð saman við vinfólki, eru tíðum til konsertir og listaframsýningar. Umframt tað dámar mær væl at mála, lesa eina góða bók ella ganga ein túr í náttúruni, tá tíð er til tess.

 

Ætlar tú tær aftur til Føroya?
Ætlanin er at koma heim eftir loknan lesnað, men um eg finni eitt gott starv í útlandinum, so vil eg avgjørt royna tað í eitt tíðarskeið, áðrenn eg búseti meg í Føroyum.

 

Hevur tú onkra stuttliga søgu um, hvat fólk siga, tá ið tey hoyra, at tú lesur sálarfrøði?
Typiskt siga fólk: ”Uha, so má eg ansa eftir hvat eg sigi” ella ”so analyserar tú meg óivað júst nú, ha?”.