Norðurlensku skipanirnar

Yvirlit yvir norðurlendsku sálarfrøðiútbúgvingunum

Orsaka av, at vit ikki hava okkara egnu sálarfrøðiútbúgving í Føroyum, so er týdningarmikið hjá okkum at vita hvørjir møguleikar eru at lesa sálarfrøði í norðurlondum. Tí hava vit í SÁL savnað vitan um tær ymisku sálarfrøðiútbúgvingarnar saman í eitt skjal. Hetta er við tí fyri eyga, at framtíðar sálarfrøðilesandi kunnu hava eina størri heildarmynd, áðrenn tey velja hvar tey vilja lesa.

Hóast vit hava savnað nógva vitan saman, so er kanska ymiskt ið vit ikki hava fingið við, tí er týdningarmikið at hetta skjalið einans er fyri at hjálpa omaná ta vitanina, sum tit kunnu finna sjálvi.

Yvirlitið yvir norðurlendsku sálarfrøðiútbúgvingunum