Summartiltak 2015
Aftur í ár skipaði SÁL fyri einum árligum fakligum og sosialum summartiltaki í Føroyum, har allir limir felagsins vóru bjóðaðir. Tiltakið var hildið í hølunum hjá Sernám, har Annika Helgadóttir Davidsen og Anna Christiansen høvdu hvør sína framløgu um teirra virki innan sálarfrøðina.
Kvøldið byrjaði við, at forkvinna felagsins, Helena Bjellvåg, bjóðaði luttakarunum vælkomnum og greiddi í stuttum frá skránni fyri kvøldið. Síðani var tað Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, sum fekk orðið og greiddi frá sínari gransking innan etingarólag í samstarv við viðgerðarstovnin Psykoterapeutisk Center Stolpegård. Í stuttum tekur hennara gransking støði í at kanna týdningin av at nýta framferðarháttin Feedback Informed Treatment (FIT) í bólkaviðgerð av gentum við etingarólagi.
Eftir framløguna var borðreitt við pitsa, meðan luttakarnir fingu høvi at seta Anniku ymiskar spurningar. Harnæst greiddi Anna Christiansen, nervasálarfrøðingur, frá um starv hennara á medisinska deplinum. Hennara arbeiðsuppgávir eru í høvuðsheitum at útreiða sjúklingar við heilaskaða og í nøkrum førum at leggja eina viðgerðarætlan til rættis fyri sjúklingarnar. Tá framløgan var liðug, vóru luttakarnir bjóðaðir ein drekkamunn, meðan teir kundu spyrja Annu um eitt hvørt teir vóru í iva um. Her var eisini høvi hjá teimum lesandi at práta sínámillum um tað teimum lysti.