Fá hjálp
Ein sálarfrøðingur kann vera ein hjálp, tá lívið av einhvørjari orsøk gerst torført ella avbjóðandi. Tað er sostatt ikki neyðugt at kenna seg sjúka/n fyri at søkja sær sálarfrøðiliga hjálp.
Sálarfrøðingurin og tú finna í felag fram til tann arbeiðsháttin, ið hjálpir tær best. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu langa tíð ein slík prosess tekur; summar broytingar taka stutta tíð, meðan aðrar kunnu taka longri tíð.
Sálarfrøðingurin hevur tagnarskyldu, og er hon avgerandi fyri at byggja upp álit millum sálarfrøðingin og viðkomandi, ið søkir sær hjálp. Í heilt serligum førum, har sálarfrøðingurin gjøgnum samrøðurnar fær vitan um, at fólk eru í vanda, ella lógarbrot verða framd, hevur sálarfrøðingurin skyldu til at gera avvarðandi myndugleikar varar við hetta.
Hvussu komi eg í samband við ein sálarfrøðing?
Vit mæla tær til at venda tær beinleiðis til almennu stovnarnar fyri at kunna teg um mannagongdir á viðkomandi stovni, t.d. um ávísing frá kommunulækna krevst fyri at fáa sálarfrøðiliga viðgerð.
Tú kanst altíð venda tær beinleiðis til sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðingarnar fyri at kunna teg nærri um møguleikarnar fyri samrøðum ella øðrum tænastum. Yvirlit yvir limir felagsins er at finna her.
Tú ert sjálvandi eisini vælkomin at seta teg í samband við felagið á mail@psykolog.fo. Vit kunnu vegleiða tær yvirskipað, tó uttan at vísa til ein sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðing fram um aðrar.