Summartilkið hin 25. juli 2018
Aftur í ár bjóðaði SÁL, felagið fyri føroysk sálarfrøðilesandi, til summartiltak, har allir limir felagsins vóru bjóðaðir. Tiltakið í ár var øðrvísi enn undanfarin ár, tí tað fevndi um bæði árliga aðalfundin hjá SÁL umframt eina virkisvitjan á barna- og ungdómspsykiatrisku deild. Undanfarin ár hevur aðalfundurin nevniliga verið hildin í Keypmannahavn, men nevndin gjørdi í ár av, at halda hann í Føroyum, so at fleiri, ið lesa aðrastaðni enn í Keypmannahavn, eisini høvdu møguleikan at luttaka.
Dagurin byrjaði í hølunum hjá Sernámi, har árligi aðalfundurin hjá SÁL var á skránni og okkurt var til matna. Á aðalfundinum greiddi forkvinnan Frida Poulsen frá virksemi felagsins seinasta árið og prátað varð um, hvat nevndin kundi arbeiða við komandi nevndarár. At enda bleiv nýggja nevndin mannað. Maria Svabo Samuelsen, Katrin Mohr og Ingrid Enni valdu at halda áfram í nevndini, Frida Poulsen, Høgni Miné og Trygvi í Liða valdu at takka fyri hesuferð, og Birita Lamhauge Jóansdóttir, Elisabeth Nygaard og Elsubet Vidtfelt vórðu nývald. Tvey tey seinastunevndu eru lesandi í Aalborg, og hetta er tísskil á fyrsta sinni, at SÁL nevndin hevur umboð aðrastaðni frá enn úr Keypmannahavn. Hetta er tí gleðiligt fyri nevndina.
Eftir aðalfundin varð farið yvir í barna- og ungdómspsykiatriina, har sálarfrøðingarnir Bjørt Lind, Herborg Haraldsen, og Lív Højsted Horsdal greiddu frá teirra arbeiði sum sálarfrøðingar á psykiiatiini. Prátað varð um millum annað um leiklutin og støðuna hjá psykiatriini í føroyska samfelagnum í dag, um betraðar umstøður á psykiiatrini, og um hvørjar patientbólkar tær síggja flestar av á psykiatriini. Eisini vístu tær okkum, hvørjar royndaramboð tey brúktu í sambandi við greiningar, og annars varð tað lagt upp til eitt hóvligt orðaskifti millum sálarfrøðingarnar og tey sálarfrøðilesandi um stórt og smátt, ið hevur við sálarfrøðiliga fakið at gera.
Samanumtikið ein væleydnaður aðafundur og ein sera forvitnislig virkisvitjan.