Mikudagin 26/7-2017 skipaði SÁL fyri einum fakligum og sosialum summartiltaki í Føroyum, í hølunum hjá Sernám, har øll føroysk sálarfrøðilesandi vóru boðin við. Áleið 20 lesandi møttu upp og lurtaðu eftir framløgum frá Kára Leivssyni, Lív Højsted Horsdal og Oddbjørg Balle.
Kvøldið byrjaði við at Trygvi í Liða, formaður í SÁL, bjóðaði vælkomin og í stuttum greiddi frá nýggju mentorskipanini, sum nevndin í SÁL hevur arbeitt við seinasta árið.
Fyrstu framløguna helt sálarfrøðingurin, Kári Leivsson. Hann greiddi millum annað frá hansara yrkisleið sum sálarfrøðingur, og hvørja gleði hann hevði havt av at arbeiða sum sálarfrøðingur í Noregi, áðrenn hann flutti heim til Føroyar at arbeiða. Víðari greiddi Kári frá hansara virki sum sjálvstøðugur sálarfrøðingur á Sálarfrøðistovuni, har hann serstakliga arbeiðir við viðgerð. Kári legði harumframt ymisk hagtøl fram, ið hann hevði savnað saman seinastu 8-10 árini.
Eftir framløguna hjá Kára hildu vit ein stuttan steðg, har borðreitt var við pitsa. Her fingu limirnir møguleika fyri at seta spurningar til Kára og rita seg inn í mentorskipanina.
Eftir steðgin helt Lív Højsted Horsdal eina framløgu. Lív greiddi millum annað frá, hvussu tað var at vera nýútbúgvin sálarfrøðingur í Føroyum, og serstakliga um, hvussu tað var at vera sjálvstøðug so tíðliga á yrkisleið síni. Lív greiddi millum annað frá, at hóast tað var sera áhugavert og gevandi at vera sjálvstøðug, so var hon tó glað um at hava fingið parttíðarstarv í barna- og ungdómspsykiatriini, tí har hevði hon ein leiðara og starvsfelagar at heita á í truplum støðum. Umframt at greiða frá fyrimunum og vansum við at vera nýútbúgvin og sjálvstøðug, greiddi Lív frá, hvussu tað var at uppnáa autorisatión í Føroyum.
Seinastu framløguna helt sálarfrøðingurin Oddbjørg Balle, ið er leiðari á Barnaverndarstovuni í Føroyum. Oddbjørg greiddi millum annað frá hennara yrkisleið sum sálarfrøðingur, og um starvið sum leiðari á Barnaverndarstovuni. Umframt hetta greiddi Oddbjørg frá, hvørjar uppgávur Barnaverndarstovan tekur sær av.
Eftir framløguna hjá Oddbjørg takkaði Frida Poulsen, næstforkvinna í SÁL, fyri framløgurnar og uppmøtingina, umframt at hon lýsti við árliga aðalfundinum hjá SÁL, ið verður mánadagin 18/9-2017 í Keypmannahavn. Eftir tiltakið á Sernám fóru vit oman á Hvonn, har prátað varð um bæði faklig og ikki-faklig viðurskiftir.