Navn: Gunnleyg Joensen, 24 ár
Búðstaður í Føroyum: Eg eri uppvaksin í Bø.
Útbúgvingarstovnur: Universitetið í Bergen
Árgangur: 2014
Hvat dámar tær væl við útbúgvingini á tínum útbúgvingarstaði?
Mær dámar væl hvussu útbúgvingin er skipað. Fyrsta árið verður dentur lagdur á at geva teimum lesandi eitt yvirlit yvir teir ymisku greinarnar innan sálarfrøðina. Á hendan hátt fær ein nakrar knaggar, sum ein kann festa ta vitan á, sum ein ognar sær gjøgnum restina av útbúgvingini.
Yndisgrein í sálarfrøðini (teoretikari ella rættningur)?
Sálafrøðin fevnir um eitt stórt øki, og tí haldi eg, at tað er ringt at siga, hvat mær dámar best; tað er jú so nógv sum er áhugavert! Sum kunnleikin veksur, so broytast eisini míni áhugamál. Men í skrivandi løtu má eg siga, at positiva sálarfrøðin er mín yndis. Mær dámar so væl hvussu høvðusdenturin verður lagdur á sálarheilsu, hvussu ein kann økja um sálarheilsu, og á hendan hátt fyribyggja sálarsjúku.
Hevur tú ella hevur tú havt nakað lestrarstarv?
Eg arbeiði í McDonald’s. Tey flestu, ið lesa í Noreg, hava arbeiði við síðinar av lesnaðinum. Hetta kemst av, at tað er sera dýrt at búgva í Noreg, og tí røkkur studningurin ein fær ikki so langt.
Hvat ætlar tú at brúka útbúgvingina til, og hvat er títt dreymastarv?
Tað er so nógv, sum eg kundi hugsað mær at brúkt útbúgvingina til, og tí haldi eg ikki, at eg fari at arbeiða innan eitt øki alla mína yrkisleið, men at eg fari at royna nógv ymiskt. Men í høvuðsheitum vil eg brúka útbúgvingina til at arbeiða fyri at økja um sálarheilsu, og eitthvørt starv, ið gevur mær hendan møguleikan, er eftir mínum tykki eitt gott starv.
Áhugamál/frítíðarítriv?
Nakað av tí besta við at lesa í Bergen er, at tað eru heili sjey fjøll, ið kringseta býðin. At leita sær uppá ein fjallatind eftir ein strævnan dag á universitetinum, er balsam fyri sálina. Náttúran er sera lætt atkomilig her í Bergen, so nógv av frítíðini verður brúkt uttandura.
Ætlar tú tær aftur til Føroya?
Sum nú er ætli eg mær heim aftur til Føroyar eftir loknan lestur, men eg eri eisini áhugað í at royna meg uttanfyri landoddarnarn.
Hevur tú onkra stuttliga søgu um, hvat fólk siga, tá ið tey hoyra, at tú lesur sálarfrøði?
Eg havi onga ítøkiliga søgu, men í spølni verði eg ofta spurd um eg lesi tankar. Eg svari tá sum er, at eg eri ikki komin so langt í útbúgvingini, men hesi yvirnátúrligu evnir koma óivað seinni! ;)