Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar verður stovnað
Marita Petersen, cand.pæd.psych., sála og Jan Willemoes, cand.psych et cand.merc. vóru nøkur av teimum, sum tóku stig til at seta felagið Føroyskir Sálarfrøðingar á stovn. Felagið varð stovnað 10. januar 2000 við tí endamáli at menna sálarfrøðiliga vitan og førleika í Føroyum.
Sáttmáli við Heilsutrygd
Felagið hevur eisini til endamáls at tryggja føroyska borgaranum sálarfrøðiliga viðgerð. Sáttmáli varð gjørdur við Sjúkrakassarnar - seinni Heilsutrygd - um ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð. Sáttmálin tryggjar at føroyingar, eftir ávísing frá kommunulækna, kunnu fáa viðgerð hjá góðkendum sálarfrøðingum, sum eru fevndir av sáttmálanum. Í løtuni er skipanin so, at borgarin sjálvur skal rinda 60% og Heilsutrygd rindar 40% av tí, viðgerðin kostar.
Sáttmálin tryggjar sostatt ikki viðskiftafólki fult endurgjald enn, men felagið Føroyskir Sálarfrøðingar arbeiðir fyri, at ikki skulu vera fíggjarligar forðingar fyri at fáa sálarfrøðiliga viðgerð, men at slík viðgerð skal kunna veitast føroyingum eins og læknalig viðgerð verður veitt.
Felagið er eisini partur av øðrum skipanum um alment fíggjaða sálarfrøðiliga viðgerð, tú kanst lesa um hesar tænastur við at trýsta á: her
Menna sálarfrøðiliga vitan, innlit og førleikar í Føroyum
Sum liður í at menna sálarfrøðiliga vitan, innlit og førleikar í Føroyum, hevur felagið bjóðað almennu Føroyum til tiltøk og verkstovur við sálarfrøðiligum evnum. Fyrstu ferð var í 2000, tá stór ráðstevna varð hildin við seks norskum sálarfrøðingum; aðru ferð var í 2001, tá skipað varð fyri fleiri minni verkstovum við tveimum donskum sálarfrøðingum. Frá 2001 til 2011 varð skipað fyri fleiri internum skeiðum og verkstovum fyri føroyskar sálarfrøðingar, og í 2011 sniðgav felagið fyrsta Sálarfrøðiliga Fakfestivalin.
Stovnan av Studentasektión
Sálarfrøðiligar tænastur vera alt meira eftirspurdar, bæði tá talan er um skeiðsvirksemi, tilbúgving, undirvísing, viðgerð og fakliga vegleiðing umframt ráðgeving og leiðbeining til einstaklingar, fyritøkur og felagsskapir - bæði almennar og privatar. Tað er okkara visión, at henda gongd heldur á til frama og gagns fyri borgarar, fyritøkur, feløg og land. Tí hevur felagið Føroyskir Sálarfrøðingar sett á stovn eina Studentasektión, sum skal viðvirka til at menna føroyska sálarfrøði og stuðla undir, at føroysk sálarfrøðilesandi koma aftur til Føroyar eftir lokna útbúgving.