Yrkissiðfrøði

Yrkissiðfrøði:


Visti tú, at sálarfrøðingar í Norðurlondum arbeiða út frá felags siðfrøðiligum reglum?

Hesar siðareglur regulera virksemi hjá sálarfrøðinginum. Endamálið við siðareglunum er:

  • At stuðla sálarfrøðingum í Norðurlondum at taka støðu til siðfrøðiligar spurningar.
  • At verja viðskiftafólk móti óhóskandi og/ella skaðiligari viðgerð.
  • Vísa fyridømi fyri siðiligum og fakliga grundaðum samskifti sálarfrøðinga millum, og við aðrar yrkisbólkar.
  • Skapa fortreytir fyri at álitið á starvsemi sálarfrøðinga verður varðveitt.
  • Vera grundarlag undir yrkis-siðfrøðiligum leiðbeiningum og ráðgeving á serstøkum økjum.

Siðfrøðisnevndin í ‘Felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar’ hevur til uppgávu at menna tilvitanina um ‘Siðareglur Sálarfrøðinga í Norðurlondum’ og tær siðfrøðiligu tvístøður, sum knýta seg at tí sálarfrøðiliga virkseminum. Niðanfyri finnur tú ‘Siðareglur Sálarfrøðinga í Norðurlondum’, á føroyskum og donskum