Filter by Specialties

Annika Helgadóttir Davidsen

Løggildur sálarfrøðingur og Ph.D

Arbeiðsøki
  • Gransking og undirvísing
  • Faklig vegleiðing/supervisión
  • Fyrilestrar, skeið og onnur undirvísing
Útbúgving

2016: Ph.d. (les meiri um verkætlanina her)
2010: Serútbúgving innan etingarólag
2010: Autorisatión frá Dansk Psykolognævn
2006: Kandidatútbúgving frá universitetinum í Keypmannhavn

Starvsroyndir

Árini 2007-2014 arbeiddi eg sum sálarfrøðingur á Psykoterapeutisk Center Stolpegård (Region Hovedstadens Psykiatri), har eg eisini havi gjøgnumført mína ph.d. verkætlan. Her arbeiddi eg við ambulantari viðgerð av fólki við etingarólagi.

Í Føroyum starvaðist eg 2015-2018 sum sálarfrøðingur á miðnámsskúlaøkinum, har eg arbeiddi við supervisión av lestrarvegleiðarum, samrøðum við næmingum umframt fyribyrgjandi tiltøkum av ymsum slag. Saman við Súsonnu Skaale gjørdi eg í hesi starvssetan eina kanning av sálarheilsuni hjá miðnámsskúlanæmingum – hon kann lesast her.

Árini 2018-2021 starvaðist eg privat, m.a. við samrøðum og gransking, inntil eg í 2022 byrjaði sum adjunktur á Fróðskaparsetrinum.

Limaskapir

Føroyskir Sálarfrøðingar

Dansk Psykologforening

ICCE: The International Center for Clinical Excellence

SPR: Society for Psychotherapy Research

Scroll to Top