Privatlívspolitikkur
Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar virðir privatlívið hjá teimum, sum vitja heimasíðuna psykolog.fo, og viðger persónupplýsingar í samsvari við galdandi dátuverndarlóggávu.
Hesin privatlívspolitikkur greiðir frá, hvørjar persónupplýsingar verða viðgjørdar í sambandi við heimasíðuna, endamálið við viðgerðini, hvussu upplýsingarnar verða varðveittar, og hvørji rættindi tú hevur.
1. Dátuábyrgdari
Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar er dátuábyrgdari fyri viðgerð av persónupplýsingum á heimasíðuni.
Sambandsupplýsingar hjá felagnum eru: Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar, Postsmoga 126, 100 Tórshavn, mail@psykolog.fo
2. Vitjan á heimasíðuni
Tá ið tú vitjar heimasíðuna, verða ávísar tøkniligar upplýsingar sjálvvirkandi skrásettar hjá hýsingarveitaranum. Talan kann vera um:
-
IP-adressu
-
Dagfesting og tíðspunkt fyri vitjan
-
Slag av kaga (browser) og stýriskipan
-
Hvørjar síður og fílur verða vitjaðar
Endamálið við skrásetingini er at tryggja rakstur og trygd á heimasíðuni, fyribyrgja misnýtslu og staðfesta og loysa tøkniligar trupulleikar.
Viðgerðin er grundað á heimilaða áhugamálið hjá felagnum í at tryggja ein tryggan og støðugan rakstur av heimasíðuni, sambært § 8, nr. 6 í dátuverndarlógini.
3. Almannakunngerð av limaprofilum
Á heimasíðuni verða vístir limaprofilar við upplýsingum, sum limirnir sjálvir hava latið felagnum og givið samtykki til at almannakunngera.
Upplýsingarnar kunnu fevna um navn, mynd, útbúgving, starv, faklig førleikaøki, arbeiðsstað, sambandsupplýsingar og aðrar viðkomandi yrkisligar upplýsingar, sum limurin sjálvur hevur latið inn.
Endamálið við almannakunngerðini er at kunna almenningin um limirnar í felagnum og gera tað lættari at finna og seta seg í samband við sálarfrøðingar.
Viðgerðin er grundað á samtykki frá einstaka liminum sambært § 8, nr. 1 í dátuverndarlógini.
Upplýsingar um fakfelagslimaskap eru viðkvæmar persónupplýsingar. Í tann mun almannakunngerðin fevnir um slíkar upplýsingar, er viðgerðin grundað á nágreiniligt samtykki sambært § 12, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini.
Limir kunnu nær sum helst biðja um at fáa sínar upplýsingar rættaðar ella taka samtykkið aftur við at seta seg í samband við felagið. Verður samtykkið tikið aftur, verður limaprofilurin tikin av heimasíðuni.
Afturtøka av samtykki ávirkar ikki lógligheitina av viðgerðini, sum fór fram, áðrenn samtykkið varð tikið aftur.
Av tí at limaprofilarnir eru alment atkomuligir, kunnu upplýsingarnar eisini verða skrásettar av leitimaskinum.
4. Farspor (cookies)
Heimasíðan kann nýta tøkniliga neyðug farspor, sum tryggja, at heimasíðan virkar sum ætlað.
Heimasíðan nýtir ikki Google Analytics ella onnur greiningaramboð til at fylgja við atferðini hjá vitjandi. Heldur verða farspor ikki nýtt til marknaðarføring ella lýsingar.
5. Google Fonts
Heimasíðan nýtir skriftir frá Google Fonts. Skriftirnar eru goymdar lokalt á servaranum hjá heimasíðuni.
Hetta merkir, at samband ikki verður sett við servarar hjá Google í sambandi við innlesing av skriftunum, og at persónupplýsingar hjá vitjandi ikki verða sendar til Google í hesum sambandi.
6. Hýsing og dátuviðgerar
Heimasíðan verður hýst hjá Simply.com, sum virkar sum dátuviðgeri í sambandi við hýsing, tøkniligan rakstur og trygdaravrit.
Servararnir, har heimasíðan og tilhoyrandi dátur verða goymdar, eru staðsettir í Danmark.
Dátuviðgerðaravtala er gjørd við hýsingarveitaran fyri at tryggja, at persónupplýsingar verða viðgjørdar í samsvari við galdandi dátuverndarlóggávu.
Tøkniligir veitarar kunnu í neyðugan mun fáa atgongd til upplýsingar í sambandi við rakstur, viðlíkahald og trygd á heimasíðuni.
7. Varðveitsla og striking av persónupplýsingum
Persónupplýsingar verða ikki varðveittar longur, enn neyðugt er fyri endamálið við viðgerðini.
Hjá hýsingarveitaranum Simply.com eru fylgjandi goymslutíðir galdandi:
-
Servaraloggir: 21 dagar.
-
Trygdaravrit (backup): 30 dagar.
-
Fílur og dátugrunnar: Verða varðveitt, til tey verða strikað.
Servaraloggir verða sjálvvirkandi strikaðir eftir 21 dagar. Hýsingarveitarin tekur dagliga trygdaravrit.
Limaprofilar verða varðveittir á heimasíðuni, so leingi endamálið við almannakunngerðini framvegis er galdandi, og limurin ikki hevur tikið samtykkið aftur.
Strikaðar upplýsingar kunnu framvegis vera í trygdaravritum í upp til 30 dagar, til hesi verða strikað sambært vanligu mannagongdunum hjá hýsingarveitaranum.
8. Víðarigeving av persónupplýsingum
Felagið selur ikki persónupplýsingar og letur ikki persónupplýsingar víðari til marknaðarføring hjá triðjaparti.
Limaprofilar eru tó alment atkomuligir á heimasíðuni við samtykki frá einstaka liminum.
Persónupplýsingar kunnu harumframt verða viðgjørdar av dátuviðgerum í sambandi við tøkniligan rakstur og trygd á heimasíðuni ella latnar viðkomandi myndugleikum, um felagið hevur lógarbundna skyldu til tess.
9. Trygd
Felagið tekur hóskandi tøknilig og skipanarlig trygdartiltøk til tess at verja persónupplýsingar móti óheimilaðari atgongd, misnýtslu, missi og óheimilaðum broytingum.
Heimasíðan nýtir bronglað samband (HTTPS), og atgongdin til umsitingina av heimasíðuni er avmarkað til persónar, sum hava heimild til tess.
10. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú, við teimum treytum og avmarkingum, sum eru ásettar í lógini, rætt til:
-
At fáa innlit í tær persónupplýsingar, sum verða viðgjørdar um teg.
-
At fáa skeivar ella ófullfíggjaðar upplýsingar rættaðar.
-
At fáa persónupplýsingar um teg strikaðar.
-
At fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða.
-
At mótmæla viðgerðini av tínum persónupplýsingum.
-
At fáa tínar persónupplýsingar fluttar (dátuflutning).
-
At taka eitt áður givið samtykki aftur.
Ynskir tú at gera nýtslu av tínum rættindum, kanst tú seta teg í samband við Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar.
11. Kæra til Dátueftirlitið
Um tú heldur, at viðgerðin av tínum persónupplýsingum ikki er í samsvari við galdandi dátuverndarlóggávu, hevur tú rætt til at kæra til Dátueftirlitið.
Dátueftirlitið
www.dat.fo
12. Broytingar í privatlívspolitikkinum
Felagið kann dagføra henda privatlívspolitikk, um broytingar verða gjørdar á heimasíðuni, í viðgerðini av persónupplýsingum ella í galdandi lóggávu.
Galdandi útgáva av privatlívspolitikkinum er altíð at finna á heimasíðuni.
Seinast dagført: 26. november 2026.