Arbeiðsøki:
Sálarlig viðgerð til einstaklingar, pør, familjur og bólkar. Samrøður við børn, ung og vaksin.
Í Títt Rúm arbeiði eg við sálarfrøðiligari viðgerð og ráðgeving til børn, ung og vaksin, sum hava foreldur, sum hava trupulleikar við rúsdrekka ella rúsevnum. Viðgerðin er skipað eftir tørvi sum einstaklinga, par-, bólka- ella familjuviðgerð.
Útbúgving:
· 2018: Cand. Psych. Frá Universitetinum í Keypmannahavn
· 2022: Løggilding frá Psykolognævnet
Starvsroyndir:
· 2022 - nú: Sálarfrøðingur hjá Títt Rúm, Blái Krossur
· 2018 - 2022: Sálarfrøðingur hjá Familiehuset Elektravej, Rødovre Kommune.
· 2016 - 2017: Samrøðuterapeutur hjá Pædagogisk psykologisk korttidsrådgivning (PKR)
· 2014 - 2016: Askovhus viðgerðardepil fyri ung við etingarólagi
Arbeiðstilgongd:
Eg arbeiði út frá einari tilgongd um at møta tí einstaka menniskjanum, har tey eru. Tí er tað umráðandi fyri meg, at samrøðurnar eru meiningsfullar hjá tí einstaka, og viðvirka til tað ynsktu broytingina hjá klientinum. Í mun til viðgerð arbeiði eg eklektiskt eftir tørvi og ynskjum m.a. við útgangsstøði í narrativari terapi, kenslufokuseraðari terapi, compassionfokuseraðari terapi og Prolonged Exposure Therapy.
Skeiðsvirksemi og ráðstevnur:
Eg luttaki leypandi á viðkomandi skeiðum og ráðstevnum bæði í mun til kanningar, viðgerð og nýggjastu vitan innan viðkomandi øki. M.a. havi eg luttikið á skeiðum um narrativa viðgerð, familjuviðgerð, mentalisering, kenslufokuseraða parviðgerð, prolonged exposure viðgerð og Dialektiska atferðarviðgerð.
Limaskapur:
Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar