Arbeiðsøki:
Veiti sálarfrøðiliga viðgerð til vaksin, ung og børn, bæði einstaklinga-, par -og familjuviðgerð. Foreldravegleiðing.
Sálarfrøðiligar kanningar fyri stovnar og myndugleikar.
Fakliga vegleiðing/supervisión til starvsfók innan ymsar yrkisgreinar.
Arbeiði m.a. við kreppu- og sorgreaktiónum í samband við deyðsfall, sjúku, hjúnakilnað og aðrar størri lívsbroytingar, bráfeingis kreppuhjálp, avleiðingum av kynsligum ágangi og øðrum ágangi, tunglyndi, ótta, strongd, mistrivna og sjálvvirðistrupulleikum. Spæliviðgerð og samrøður við børn.
Útbúgving:
Cand. Psych frá Universitetinum í Keypmannahavn 1986. Autoriserað av Dansk Psykolognævn 1998. Eftirútbúgving innan Sorg og kreppuviðgerð, Systemiska familjuviðgerð, EMDR, ICDP, Kognitiva viðgerð og Tankafeltterapi.
Starvsroyndir:
Sálarfrøðistovan síðan 2014, Pædagogisk Psykologisk Ráðgeving í Rudersdal Kommunu (2007-14), Barnaverndartænastan í Tórshavnar Kommunu (2001- 07), Pædagogisk Psykologisk Ráðgeving á Bornholm (1996-2001), Almannastovan (1992-96) og Føroya Læraraskúli (1986-96)
Viðgerðartilgongdir:
Psykodynamisk, systemisk, narrativ og kognitiv tilgongd verður brúkt alt eftir, hvat hóskar seg best í einstaka førinum. EMDR (Eye Movement Desinsitazion og Reprocessing) verður m.a. brúkt til traumaviðgerð.
Skeiðsvirksemi og ráðstevnur:
Luttaki javnan á skeiðum og ráðstevnum innan- og uttanlands fyri støðugt at dagføra meg fakliga.
Limaskapur:
Føroyskir Sálarfrøðingar og Dansk Psykologforening.