Arbeiðsøki:
Sálarfrøðilig viðgerð til vaksin og ung frá 15 ár, fyri millum annað ótta og tunglyndi.
Samrøður við vaksin og ung frá 15 ár, fyri millum annað stress og lívskreppur.
Samrøður við foreldur, sum hava børn við ymsum avbjóðingum, so sum autismu, ADHD, ótta.
Faklig vegleiðing/supervisión til starvsfólk/stovnar/skúlar, bæði individuelt og fyri bólkar. Supervisión veitir eitt forum, har starvsfólk fáa møguleika at reflektera um egnu fakligheit, undir tryggum og stuðlandi rammum.
Fyrispurningar kunnu sendast til fridaavflotum@faf.fo ella sum sms á tlf 225508. Eg royni at svara fyrispurningum innan 2 arbeiðsdagar. Eg eri knýtt at Heilsutrygd og taki ímóti ávísingum frá kommunulækna. Eg eri í egnum hølum mitt í Havn.
Útbúgving:
Bachelor of Science í sálarfrøði frá Newcastle University 2007
Cand.psych. frá Københavns Universitet 2014
Starvsroyndir:
Eg havi verið knýtt at "Center for Angst", ið er ein psykoterapeutisk klinik á Københavns Universitet, ið viðgerð børn og ung við ótta. Her havi eg millum annað havt samrøður við børn/ung og foreldur, gjørt kanningar, og verið við í viðgerðartilgongdum, bæði einstaklinga og í bólkum. Dentur var lagdur á at inndraga foreldrini í viðgerðartilgongdina, har tey gjørdust aktivir luttakarar í tilgongdini at hjálpa sínum barni. Var eisini knýtt at granskingarverkætlanum á klinikkini.
Eg havi royndir frá "Team for angstlidelser og OCD", ið er ein psykoterapeutisk klinik, ið veitir viðgerð til vaksin við OCD og angist. Her var eg knýtt at bolkaviðgerð innan OCD, panikangist/agorafobi, sosial fobi og generaliseraðan angist.
Frá 2014 -2020 havi eg starvast sum sálarfrøðingur á Sernám, innan barna- og ungdómsøki. Haðan havi eg hollar royndir í at hjálpa foreldrum og børnum, tá okkurt í lívinum er trupult. Hetta kann t.d. verða:
Mistrivnaður í skúla, sum í ringasta føri kann elva til skúlaaftran.
Tá familjukreppur stinga seg upp, sum gera lívið trupult.
Tá ótti forðar fyri góðari menning.
Tá sterkar kenslir taka ræði og skapa tvístøður í gerandisdegnum.
Tá mistanki er um kognitivar avbjóðingar og barnið hevur trupult við at læra.
Tá mistanki er um undirliggjandi diagnosu (t.d. ADHD, autisma).
Avbjóðingar í sosialum relatiónum.
Eisini havi eg royndir í at ráðgeva og veita supervisón til starvsfólk bæði á stovnum/vøggustovu/barnagarði og í skúla. Hetta fevnir t.d. um:
Hvussu umhvørvið skal skipast, ið mun til avbjóðingar hjá barninum/bólkinum.
At menna gott samstarv millum foreldur og stovn/skúla, ella millum fakfólk.
At seta sernámsfrøðilig tiltøk í verk og facilitera hesa tilgongd.
Arbeiðstilgongd:
Eg leggi meg eftir at brúka evidensbaseraðar metodur í míni viðgerð og leggi forløb tilrættis eftir individuellum tørvi. Amboð eg brúki er millum annað kognitiv atferðarviðgerð og metakognitiv viðgerð. Eg eri útbúgvin metakognitivur terapeutur (level 1) frá Metacognitive Institute.
Skeiðsvirksemi og ráðstevnur:
"Kriser/traumer/intervensjoner" við Renate Grønvold Bugge
"Hjernen, omsorgssvigt og eksekutive funktioner" við Kate From og Rikke Kieffer
Skeið í WISC-V (Fra psykometri til klinisk anvendelse) við Kate From
"Supervision i praksis" við Dorthe Nissen fra Inpraxis
Skeið í "Neuroaffektivari menningarsálarfrøði" við Susan Hart
"Kognitiv adfærdsterapi til børn og unge - traumer og PTSD" (partur av specialistútbúgving í CBT til børn og ung)
"Summing up - The evidence behind CBT and dealing with co-morbidity" (partur av specialistútbúgving í CBT til børn og ung)
Havi 2 ára eftirútbúgving innan metakognitiva viðgerð (MCT registered therapist).
Limaskapur:
Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar.
Dansk psykolog forening