Arbeiðsøki:
Sálarfrøðilig viðgerð fyri m.a. ótta, tunglyndi og strongd
Útbúgving:
Cand.psych frá Københavns Universitet
Løggilding frá Dansk Psykolognævn
Undir eftirútbúgving í Metakognitivari terapi (Level 1) frá Metacognitive Therapi Institute (MCT-I), v/ Prof. Adrian Wells og Prof. Hans Nordahl
Starvsroyndir:
5 ára starvsroyndir sum sálarfrøðingur á Sernámi við m.a. fylgjandi arbeiðsuppgávum:
- Samrøður við børn og ung.
- Samrøður við foreldur at børnum á dagstovna- og skúlaøkinum.
- Arbeiði við samstarvi millum foreldur, skúla/stovn og fakfólk.
- Supervisión av starvsfólki í dagstovnum og skúlum, herundir sertilboðum.
- Ávísing til sertilboð og neyðugar metingar í tí sambandi.
- Arbeiði við børnum, ið av ymiskum orsøkum aftra seg við at fara í skúla
- Undirvísing og ráðgeving til skúlar og stovnar við atliti at at seta átøk í verk í umhvørvinum fyri at betra um trivnað.
- Sálarfrøðiligar kanningar og metingar í sambandi við avbjóðingar innan t.d. innlæring, sosialar førleikar, kenslur og atferð.
Arbeiðstilgongd:
Arbeiði í høvuðsheitum út frá eini metakognitivari tilgongd. Tó taki eg altíð støði í tí einstaka.
Við metakognitivari tilgongd verður arbeitt við at minka um stúranartankar, ið á einhvønn hátt ávirka í gerandisdegnum. Viðgerðartilgongdin hóskar seg væl til m.a. ótta, tunglyndi og strongd.
Skeið:
- Skeið í ”Back2School” (skúlaaftranarviðgerð), v/ Prof. Mikael Thastum og Cand. Psych. Christina Kjerholt frá CEBU, Center for Psykologisk behandling til børn og unge, Aarhuus Universitet
- 1 ára skeiðsrøð í supervisiónsførleikum frá Impraxis
- Skeið í árini av umsorganarsvíki á heila og eksekutivar funktiónir, og kanningaramboð í hesum sambandi, v/ Kate From og Rikke Kieffer, serfrøðingum í barnaneurosálarfrøði
- Skeið í WISC-V (intelligenstest), v/ Kate From, serfrøðingi í barnaneurosálarfrøði
- Skeið í Neuroaffektivari menningarsálarfrøði, v/ Susan Hart, serfrøðingi í barnasálarfrøði
Limaskapur:
Føroyskir sálarfrøðingar