Arbeiðsøki:
Sálarfrøðilig viðgerð og ráðgeving av børnum, ungum og vaksnum, sum eru avvarðandi hjá einum, sum stríðist við rústrupulleikar. Harumframt familjuviðgerð og ráðgeving við familjum, har rúsur er ella hevur verið ein avbjóðing. Viðgerðin er eftir tørvi skipað sum bólka-, einstaklinga, par- ella familjuviðgerð.
Sálarfrøðiligar kanningar í mun til t.d. samspæl, mentaliseringsførleikar, kognitivar førleikar, kensluliga menning og psykopatologi.
Útbúgving:
- Cand.psych. frá Universitetinum í Keypmannahavn í januar 2019.
- Løggilding frá Psykolognævnet í mars 2022.
Starvsroyndir:
- 2022: Sálarfrøðingur hjá Títt Rúm, Blái Krossur Føroya.
- 2020-2022: Sálarfrøðingur á Psykiatriska Deplinum, Barna- og ungdómspsykiatri
- 2019-2020: Sálarfrøðingur hjá Suðuroyðar Barnaverndartænasta
- 2018-2019: Sálarfrøðingur á Sernámi
- 2016-2017: Scholarstipendiat á granskingardeplinum “Center for Tidlig Indsats og Familieforskning”
Arbeiðstilgongd:
Eg arbeiði út frá eini grundáskoðan um at møta hvørjum einstøkum har, sum viðkomandi er, við virðing og eyga fyri bæði málum, styrkjum, avbjóðingum og tí samanhangi, sum viðkomandi er í. Hendan áskoðanin fylgir mínum arbeiði, bæði tá talan er um kanningar, psykoedukatión og viðgerð.
Í mun til viðgerð arbeiði eg eklektiskt og alt eftir tørvi og ynskjum við m.a. Compassion Focused Therapy, Dialektiskari atferðarterapi, Prolonged Exposure Therapy og Circle of Security Parenting.
Skeiðsvirksemi og ráðstevnur:
Eg luttaki leypandi á viðkomandi skeiðum og ráðstevnum bæði í mun til kanningar, viðgerð og nýggjastu vitan innan viðkomandi øki.
Limaskapur:
Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar