Arbeiðsøki:
Sálarfrøðiliga viðgerð og ráðgeving til børn, ung og vaksin, eins og til pør og familjur
Útbúgving:
Cand.psych frá Syddansk Universitet
Starvsroyndir:
Sjálvstøðugur sálarfrøðingur
Í starvi hjá Kristian Eli Andersen serfrøðingur í metakognitivari terapi)
CEKTOS í Keypmannahavn og Næstved (Center for Kognitiv Terapi & Supervision)
Undirvísari í sálarfrøði á Tekniska Skúla í Klaksvík
Kvinnuhúsið
Arbeiðstilgongd:
Eg kann veita hjálp til fólk, ið stríðast við ymiskar trupulleikar, millum annað angist, tunglyndi, strongd, OCD ella hava sjálvsvirðistrupulleikar. Eisini kann tað vera lívskreppur ella annað, sum kann gera lívið avbjóðandi á einhvønn hátt.
Viðgerðartilgongdir:
Útgangsstøðið verður tikið í tí einstøku støðuni, soleiðis at viðgerðin altíð verður tillagað tørvin hjá klientinum, og tí avbjóðing klienturin kemur við. Sambandið millum klient og sálarfrøðing er ein umráðandi partur av viðgerðini, soleiðis at klienturin altíð følir seg hoyrdan og tryggan at tosa um sínar trupulleikar.
Eg arbeiði í stóran mun eftir einari metakognitivari ella kognitivari atferðarteoretiskari tilgongd, har møguleiki er at arbeiða við nøkrum amboðum, ið kunnu nýtast í gerandisdegnum.
Skeiðsvirksemi og ráðstevnur:
Opmærksomhedsforstyrrelser ADD og ADHD hos børn og unge við Marianne Geoffroy
Compassion Focused Therapy við Professor Paul Gilbert
Familiebehandling við Dr. Frank Dattilio
Kognitiv behandling af børn og unge med PTSD við dr. Patrick Smith
Evidensbaserede terapi til børn og unge við Lars-Göran Öst
Mindfulness baseret kognitiv terapi og mindfulness baseret stressreduktion við Charlotte Koch Andersen
Innleiðsla í ACT við Thomas Gustavsson og Kristian Eli Andersen
Kortvarig traumefokuseret terapi við Aidu Victoriu Lindberg
Limaskapur:
Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar