Útbúgving:
Cand.psych aut. við servitan innan organisasjónsmenning og leiðslu.
Arbeiðsøki:
Organisasjónsmenning - her verður arbeitt við at styrkja organisasjónina, sum tryggjar dygd og trivnað.
Leiðslumenning - hetta er lykilin til sálarligt arbeiðsumhvørvi, tí verður arbeitt við at menna leiðaran soleiðis at uppgávan verður loyst við atliti til sálarliga arbeiðsumhvørvið.
Supervisión - her snýr tað seg um at hjálpa leiðarum og starvsfólki at finna mátar at virka í gerandisdegnum, sum tryggja trivnað hjá tí einstaka og heildini.
Lívssamtalur - hetta er eitt serligt tilboð til tey sum hava tørv á at tosa um, hvussu tey ynskja og vóna at laga sítt lív.