Við míni útbúgving sum løggildur psykologur veiti eg viðgerð og kanningar til børn, ung og vaksin. Við eini PhD innan psykotraumatologi – tað vil siga innan tær psykologisku fylgjur menniskju kunnu fáa eftir at hava verið fyri einum trauma (t.d. vanlukku, sjúku, harðskapi ella ágangi) - havi eg ment mær servitan innan kanningar og viðgerð á hesum øki. Eg ráðgevi eisini organisatiónum og veiti kreppuviðgerð. Eg granski innan økið, millum annað við menning av kanningaramboðum til børn, sum hava verið fyri trauma.
Saman við Rigmor Napoleonsdóttir Arge, løg. psykologi og karakteranalytikara reki eg Psykologstøðina, har tú kanst tú fáa viðtalur, kanningar, ráðgeving og sparring, umframt kanst bíleggja tær skeið og fyrilestrar.
Saman við Jan Willemoes, løg. psykologi eigi eg Sp/f PsykologDepilin. Í PsykologDeplinum samarbeiða vit málrættað við organisatiónum, sum ynskja at samarbeiða um organisatiónspsykologiskar avbjóðingar og temu. Sí meira á www.PsykologDepilin.fo
Tit kunnu lesa meira um mína gransking á:
Eg eri limur í: Felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, Dansk Psykologforening og ESTSS, umframt næstforkvinna í Dansk Psykotraumatologisk Forening og nevndarlimur í NOV.