Heim

Vælkomin á vevsíðuna hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar

Vælkomin á vevsíðuna hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar. Her finnur tú upplýsingar um virksemi felagsins og møguleikarnar fyri at fáa sálarhjálp í Føroyum. Eisini er kunning um skeið og tiltøk, ið felagið skipar fyri. Brúka valmyndina høgrumegin til at lesa um hvønn einstakan sálarfrøðing. Til ber eisini at lesa um felagskapin á enskum. Trýst "English".

Føroyskir sálarfrøðingar fara framyvir at skipa fyri skeiðum og tiltøkum, ið eisini onnur enn sálarfrøðingar, kunnu hava gagn av.

Limir felagsins hava møguleika fyri at halda skeið, fyrilestrar, skipa fyri undirvísing ella øðrum. Far inn á nøvnini á limunum í teiginum til høgru og vita, um tú finnur okkurt, ið hevur tín áhuga.

Sálarfrøðiligur Fakfestivalur 2012

Sálarfrøðiligur Fakfestivalur 2012

22. og 23. mars, 2012 – á Hotel Føroyum.

Skrá fyri Sálarfrøðiliga Fakfestivalin 2012 her.

Melda teg til, vel verkstovur og gjald her.

Hevur spurningar viðvíkjandi Sálarfrøðiliga Fakfestivalinum 22. og 23. mars 2012, ber til at venda tær til Súsonnu O. Skaale á tlf. 52 19 76 ella á e-mail: Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna. ella Suni Poulsen á tlf. (0045) 27 20 96 10 ella á email: Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna. .

Verið vælkomin á Sálarfrøðiliga Fakfestivalin!

 
Samstarvsfundir í Helsinki

Dagarnar 13. og 14. oktober 2011 møttist samstarvsnevndin hjá teim norðurlendsku sálarfrøðingafeløgunum (SAK) í Finnlandi. Eisini var fundur fyri professiónsleiðarar (faklig/útbúgvingarmál). Úr føroyska felagnum luttóku Kári Leivsson og Heri Kragesteen. Frásøgn frá SAK-fundinum fyri leiðslur felaganna verður at lesa á hesum stað, tá hon er komin frá finska skrivaranum. Við at trýsta á "Les meir" her niðriundir sært tú frásøgnina um fundin um Faklig mál og útbúgvingarmál. 

Fundur millum umboðini fyri Fak og Útbúgving 13.10.2011

Les meira…
 
Sáttmáli við Heilsumálaráðið undirskrivaður

Føroyskir Sálarfrøðingar og Heilsumálaráðið undirskrivaðu 28.juni 2011 sáttmála, sum gevur borgarum rætt til fíggjarligt ískoyti frá Heilsutrygd, tá ið tey fara til viðgerð hjá sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðingum, við ávísing frá kommunulækna.

Talan er í høvuðsheitum um eina dagføring av verandi sáttmála.
Sambært honum rindar almenna heilsutrygdin 40% av kostnaðinum.

Nýggi sáttmálin fær gildi 1. juli 2011.

Kári Leivsson, formaður í Føroyskum Sálarfrøðingum, og John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum undirskrivaðu nýggja sáttmálan.

Sáttmálin kann lesast við at trýsta á leinkjuna her. Eisini síggjast takstirnir fyri viðgerð hjá sálarfrøðingi pr. 1. juli 2011 aftast á skjalinum.

 
Aktuell tiltøk hjá felagnum

AÐALFUNDUR FELAGSINS 2012 

var leygardagin 21. januar. 

 

Hesi vórðu vald í nevnd: 

Tóra Petersen, formaður

Kristian Eli Andersen, Jan Willemoes, Rigmor N. Arge og Kári Leivsson.

Kristian er nývaldur, Rigmor var tiltakslimur í fráfarandi nevnd. 

Tiltakslimir: Alberta McLeod og Súsanna O. Skaale.

Nevndin skipar seg sjálv á fyrsta nevndarfundi. 

Les meira…
 
<< Fyrsta < Fyrra 1 2 Næsta > Seinasta >>

JPAGE_CURRENT_OF_TOTAL