Jólatiltakið 2015

Jólatiltak 2015

Mánakvøldið 30. november 2015 kl. 19.30 skipaði nevndin hjá SÁL fyri einum spennandi fakligum og sosialum tiltaki fyri limum okkara. Vanliga hava vit eitt sosialt og eitt fakligt tiltak hvørt semester, men hesuferð valdu vit at leggja hesi bæði saman til eitt kvøld. Hetta eydnaðist sera væl, og vit hava tí avgjørt, at hetta nokk verður tann mátin, vit framyvir fara at skipa hetta slagi av tiltøkum.

Hetta kvøldið høvdu vit fingið Albertu McLeod Jacobsen at koma og fortelja um sín gerandisdag. Hon er í gongd við at útbúgva seg til Specialpsykolog innan Barna- og ungdómspsykiatriina hjá Region Hovedstaden. Hetta merkir, at hon skiftir ímillum ymsar barna- og ungdómspsykiatriskar deildir, har hon skal hava fokus á ymiskum økjum innan psykiatriina. Hon fortaldi um sín spennandi gerandisdag og um specialistútbúgvingina sum heild.

Vit nærkaðust jólum, og tí borðreiddu vit sjálvandi við gløgg og holukøkum aftaná uppleggið hjá Albertu. Vit sótu leingi og prátaðu og settu Albertu spurningar um specialistútbúgvingina og hennara erfaring við at koma út á arbeiðsmarknaðin sum nýútbúgvin sálarfrøðingur. Hetta við at koma út á arbeiðsmarknaðin fyllir nógv hjá okkum sálarfrøðilesandi, og tí kann tað vera áhugavert at hoyra søgurnar hjá ymiskum sálarfrøðingum um, hvussu hetta skiftið kann vera.