Bók um føroyskar sálarfrøðingar

Bókin

Í 2014 gav felagið út bók, sum Uni Arge hevur skrivað. Bókin snýr seg um 40 ára longu søguna hjá sálarfrøðini og sálarfrøðingum í Føroyum.

Rithøvundurin hevur lagt seg eftir at siga søguna um, hvussu útbúnir sálarfrøðingar so líðandi koma heim eftir lokna útbúgving, hvat teir fara at takast við, og hvussu sálarfrøðingarnir mennast sum yrkisbólkur.

Bókin um sálarfrøðina í Føroyum byggir á samrøður við fleiri sálarfrøðingar, fyrilestrar, ársfrágreiðingar hjá felagnum, tilfar úr fjølmiðlum og bókum og ymiskt brævaskifti hjá felagnum.