Sálarfrøðiligi Fakfestivalurin

Avgerandi átak og sigursrúsur

Mest umfatandi átakið hjá føroyskum sálarfrøðingum nakrantíð hevur verið fakfestivalurin, sum felagið skipaði fyri fyrstu ferð í 2011. Á fakfestivalinum hetta árið og í 2012 og 2013 vóru verkstovur og fyrilestrar í hópatali, sum 30-35 sálarfrøðingar úr Føroyum og uttan úr heimi skipaðu fyri og hildu. Fakfestivalarnir vóru fyri tað mesta á Hotel Føroyum, men Norðurlandahúsið varð eisini brúkt eftir tørvi.

Stigtakarar til Sálarfrøðiliga Fakfestivalin vóru Jan Willemoes og Tóra Petersen. Jan bar upp á mál við Tóru í 2010, at felagið átti at skipað fyri eini ráðstevnu við verkstovum og fyrilestrum, ið bæði almenningurin og føroyskir sálarfrøðingar um allan heim kundu fingið gagn av. Orðið var ikki meira enn hálvtalað, so varð tann stóra verkætlanin skotin í gongd. Stýrisbólkur varð settur niður at standa fyri fyrsta festivalinum, sum varð avgreiddur væl og virðiliga í mars 2011. 

"Okkara hugsan var, at vit skuldu knýta allar føroyskar sálarfrøðingar í heiminum saman á festivalinum, har teir kundu leggja tað fram, teir høvdu upp á hjarta. Vit hava eisini tikið stig til at upphevja landafrøðiligar forðingar millum sálarfrøðingarnar í Føroyum og uttanlands á tann hátt, at allir eru skrásettir á heimasíðuni hjá felagnum og kunnu samskifta umvegis eitt nýtt intranet har. Eisini øll undir útbúgving eru savnað í serligari deild fyri lesandi á heimasíðuni og á Facebook. Hetta knýtir tey tættari at Føroyum", sigur Jan Willemoes. 

Hetta stendur m.a. skrivað um Sálarfrøðiliga Fakfestivalin í bókini "Sálarfrøðingar í Føroyum 1973-2013", sum Uni Arge hevur skrivað.