Hvat er ein sálarfrøðingur?

Hvat er ein sálarføðingur?

Sálarfrøðingar hava útbúgving í at kanna, viðgera og fyribyrgja sálarligum trupulleikum. Útbúgvingin tekur í minsta lagi 5 ár á universiteti. Sálarfrøðingar vórðu í 2014 fevndir av Lóg um sálarfrøðingar í Føroyum, og 'Sálarfrøðingur' er í dag eitt lógarvart starvsheiti.

Afturat univsersitetsútbúgvingini krevur autorisatión sum sálarfrøðingur í minsta lagi 2 ár við kliniskum royndum og supervisión. Ein sálarfrøðingur við autorisatión skal arbeiða sambært norðurlendsku etisku leiðreglunum; brot á hesar kann klagast til Patientklagenævnet og kann viðføra, at sálarfrøðingurin missir autorisatiónina.

Soleiðis kunnu sálarfrøðingar sum fakbólkur á ein fakligt væl grundaðan og tryggan hátt taka sær av sálarligum trupulleikum á ymsum økjum í samfelagnum.

Hvør er munurin á einum sálarfrøðingi, psykiatara og psykoterapeuti? 

Sálarfrøðingurin hevur holla vitan um vanliga menning og sálarligar trupulleikar. Gjøgnum útbúgving og eftirútbúgving kan sálarfrøðingurin við eini breiðari fakligari tilgongd á ymsan hátt arbeiða við sálarheilsu og sálarligum trupulleikum.

Ein psykiatari er ein lækni við eftirútbúgving í útgreining og viðgerð av sálarligum órógvi, við serligum atliti at medisinskari viðgerð av fólki við sálarligum trupulleikum.

Ein psykoterapeutur hevur vanliga samrøður við fólk við sálarligum trupulleikum, tó at eingi formell førleikakrøv eru. Heitið er ikki eitt vart starvsheiti her hjá okkum.  

Hvar starvast sálarfrøðingar?

Í Føroyum røkja sálarfrøðingar ymiskar uppgávur á ólíkum økjum.

Fleiri starvast innan tað almenna, so sum í heilsuverkinum, á sernámsfrøðiliga økinum og innan kommunurnar. Harafturat eru fleiri sálarfrøðingar sjálvstøðugt starvandi, har tey veita tænastur til bæði privat fólk og stovnar.