Hvat ger siðfrøðinevndin?

Hvat ger siðfrøðinevndin?

Siðfrøðisnevndin er ein intern nevnd í Sálarfrøðifelagnum. Í nevndini eru 4 limir. Nevndin hevur tríggjar høvuðsuppgávur:

At menna tilvitanina hjá limum felagsins um siðfrøðilig ivamál, ið kunnu vera í sambandi við sálarfrøðiligt arbeiði, og um siðareglur sálarfrøðinga í Norðurlondum.
At ráðgeva í siðfrøðiligum ivamálum í sambandi við arbeiðið hjá sálarfrøðingum.
At taka ímóti klagum um limir felagsins og viðgera tær.
Sum limur í ‘Felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar’ er ein bundin at virka undir siðareglum sálarfrøðinga í norðurlondum.