Tiltøk og tíðindi

Tiltøk og tíðindi

Ein partur av arbeiðinum hjá SÁL snýr seg um at skipa fyri ymsum fakligum tiltøkum, ið eitt nú kunnu vekja áhuga, stimbra samskifti ímillum lesandi og knýta sambond millum lesandi og arbeiðsmarknaðin.

Tíverri hevur SÁL sum nú er, ikki møguleika fyri at skipa fyri fakligum tiltøkum í øðrum lestrarbýum enn Keypmannahavn, men SÁL vil fegin veita hjálp, um tað er onkur, ið ynskir at skipa fyri einum fakligum tiltaki í sínum lestrarbýi. Hetta kann til dømis verða ein virkisvitjan.

Á hesum síðum kanst tú kunna teg um tiltøk og tiðindi hjá SÁL.