Vetrartiltakið 2018

Hósdagin 28. desember 2017 skipaði SÁL fyri einum fakligum og sosialum tiltaki í hølunum hjá Sernámi. Hetta var fyrstu ferð at skipað varð fyri einum vetrartiltaki, og av tí at desemburmánaður fyri mong ofta er merktur av royndarstressi, so var hetta eisini ein gyltur møguleiki fyri tey lesandi at taka ein neyðgan støðg frá bókunum.

Eftir at forkvinnan, Frida Poulsen, hevði bjóðað vælkomin, legði Jan Willemoes, ið starvast sum arbeiðs- og organisatiónssálarfrøðingur í Føroyum, út við framløgu. Jan Willemoes er útbúgvin cand.psych. frá Århus Universiteti og hevur harafturat eisini útbúgving sum cand.merc. í Strategi og ledelse. Hann greiddi millum annað frá síni yrkisleið, har hann var inni á øllum frá at vera nýúbúgvin og arbeiða í psykiatriini til at byrja og reka egna fyritøku sum konsulentur í Føroyum. Eisini hevur Jan Willemoes gjøgnum árini havt ein drúgvan leiklut í sálarfrøðiligum nevndararbeiði í Føroyum, har hann m.a. hevur stovnsett felagið Føroyskir Sálarfrøðingar umframt eisini at vera oddamaðurin fyri, at felag okkara, SÁL, á sinni kom uppá beinini. Og hesum tilgongdunum segði Jan Willemoes somuleiðis eisini frá.

Eftir ein lítlan støðg við kaffi og kaku varð farið undir næstu framløgu við Erlingi Fles, sum í dag starvast sum sjálvstøðugur sálarfrøðingur í Føroyum. Erling Fles er útbúgvin cand.psych frá Københavns Universiteti og hevur harumframt 2 ára útbúgving innan kognitivari atferðarviðgerð umframt royndir frá psykiatriska deplinum í Føroyum. Erling legði út við at siga frá sínum dagliga arbeiði í Føroyum, sum í størstan mun fevnir um samrøðuviðgerð, men eisini m.a. undirvísing á ymsum skeiðum kring landið. Harnæst gav hann eisini teimum lesandi eitt yvirlit yvir, hvussu tann føroyski arbeiðsmarknaðurin hjá sálarfrøðingum sær út í dag, og so greiddi hann eisini frá sínum royndum sum nýútbúgvin sálarfrøðingur við denti á góðum ráðum til áhoyrarnar.

Alt í alt var tiltakið mett at vera væleydnað, og tað gleddi okkum í nevndini, at vit fingu eitt hugnaligt kvøld við einum áhugaverdum orðaskifti millum tey lesandi og báðar teir starvandi sálarfrøðingarnar í Føroyum. Eftir ætlan verður hetta vetrartiltakið tísskil eitt afturvendandi tiltak.