Løggilding/autorisatión

Endamálið við løggilding/autorisatión er at tryggja borgaranum dygdargóða sálarfrøðiliga hjálp.

Sálarfrøðingar kunnu sambært lógini um sálarfrøðingar søkja um løggilding frá Dansk Psykolognævn. Løggilding/autorisatión er ikki eitt krav fyri at kunna virka sum sálarfrøðingur, men alt fleiri arbeiðsgevarar seta hetta sum krav, tá søkt verður eftir sálarfrøðingi.

Løggilding/autorisatión er skipað sum ein 2-ára praktisk útbúgving efter lokna kandidatútbúgving. 

Les meira um krøvini og finn umsóknarbløð v.m. her: www.psykolognaevnet.dk