Vár Vang Højsted

Navn: Vár Vang Højsted, 24 ár
Búðstaður í Føroyum: Eg eri uppvaksin í Hoyvík
Útbúgvingarstovnur: Syddansk Universitet
Árgangur: 2014
 

Hvat dámar tær væl við útbúgvingini á tínum útbúgvingarstaði?

Mær dámar sera væl, at útbúgvingin er bygd upp við modulum ístaðin fyri semestrum, tað gevur betri møguleika at fokusera á eitt fak á gangin. Tað er eisini deiligt, at útbúgvingin er so sjálvstøðug, tvs. at tað ikki er møtiskylda osv. Í mun til innihaldið í útbúgvingini, ímyndi eg mær ikki, at tað er so nógvur munur á útbúgvingunum á teimum ymsu útbúgvingarstøðunum.

 

Yndisgrein í sálarfrøðini (teoretikari ella rættningur)?

Mín yndisgrein sum nú er, er kognitiv sálarfrøði, men tað kann sagtans broytast

 

Hevur tú ella hevur tú havt nakað lestrarstarv?

Nei, ikki enn.

 

Hvat ætlar tú at brúka útbúgvingina til, og hvat er títt dreymastarv?

Sum nú er, hevði eg best kunnað hugsað mær at arbeitt kliniskt, men akkurát hvat mítt dreymastarv er, veit eg ikki.

 

Áhugamál/frítíðarítriv?

Einki serligt frítíðarítriv.

 

Ætlar tú tær aftur til Føroya?

Ja, heilt sikkurt, helst skjótast gjørligt, men tað er tengt at um eg fái nakað arbeiði osv.

 

Hevur tú onkra stuttliga søgu um, hvat fólk siga, tá ið tey hoyra, at tú lesur sálarfrøði?

Also eg vil siga at standard-jokin er ”So situr tú sikkurt og analyserar tað sum eg sigi nú, ha?”