Viðtøkur

Viðtøkur

Navn, endamál og virki felagsins

§ 1. Navn felagsins er “SÁL – Føroysk sálarfrøðilesandi”.

Stk. 2. Felagið fevnir um føroysk sálarfrøðilesandi úr øllum heiminum.

 

§ 2. Endamál felagsins er at samvirka til at:

1)    menna føroyska sálarfrøði og stuðla undir, at føroysk sálarfrøðilesandi koma aftur til Føroya at arbeiða eftir loknan lestur.

2)    fremja samstarv millum sálarfrøðilesandi og føroyskar sálarfrøðingar. Limirnir skulu tískil hava atgongd til virksemi hjá Føroyskir Sálarfrøðingar og í summum førum fáa avsláttur til tiltøk og skeið.

3)    røkja faklig áhugamál hjá føroyskum sálarfrøðilesandi.

4)    menna sosiala samstarvið millum føroysk sálarfrøðilesandi.

5)    veita kunning um praktikk- og framtíðarmøguleikar í Føroyum.

6)    vegleiða nýggjum sálarfrøðilesandi viðvíkjandi praktiskum viðurskiftum.

7)    fáa betri samstarv við SAK (nevndin í norðurlendska sálarfrøðifelagnum)

 

§ 3. Fyri at røkka teimum í § 2 ásettu málum skal nevndin:

1)    javnan hava samstarv við Føroyskir Sálarfrøðingar.

2)    vera við á SAK-fundum.

3)    skipa fyri sosialum og fakligum tiltøkum í SÁL.

4)    halda kunningarfundir árliga.

5)    nýta heimasíðuna, teldupost og sosialar miðlar til at kunna um møguleikarnar og svara spurningum hjá teimum lesandi.

 
Limatreytir og útliman

§ 4. Treytin fyri at gerast limur í felagnum er, at ein er virkin lesandi – ella í mesta lagi óvirkin í 2 ár – sum BA/BSc.psych, cand.psych. ella MA/MSc.psych.

Stk. 2. Nevndin kann gera av, at onnur, við útbúgving á sama støði sum tær í stk. 1 nevndu, kunnu gerast limir í felagnum.

Stk. 3. Limurin skal kunna skjalprógva at vera virkin lesandi sambært limatreytunum.
 

§ 5. Útliman hendir tríggjar mánaðir eftir, at ein er liðugur at lesa ella er givin við útbúgvingini.

Stk. 2. Útliman kann eisini henda, um limurin ger brot á góða siðvenju og etikk.

Stk. 3. Um ein limur hevur brotið góða siðvenju og etikk, tekur nevndin støðu til útliman, og í minsta lagi 2 nevndarlimir ella 5 limir skulu mæla til útliman.

 

Aðalfundurin

§6. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.

Stk. 2. Regluligur aðalfundur verður hildin hvørt ár í septembur mánaða.

Stk. 3. Aðalfundurin verður fráboðaður skrivliga minst 2 vikur frammanundan.

Stk. 4.
Endalig skrá fyri fundin verður send limunum 1 viku undan fundinum.

 

§ 7. Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið í minsta lagi triðingur
av limunum krevja tað og boða frá, hvørji mál, ið ynskjast til viðgerðar.

 

§ 8. Á regluliga aðalfundinum skulu hesi mál vera á skránni:

a)     Val av fundarstjóra og fundarskrivara.

b)    Frágreiðing um virksemi felagsins seinasta árið.

c)     Áseting av virksemi felagsins komandi árið.

d)    Val av nevndarlimum.

e)     Annað

§ 9. 
Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá hann er lógliga lýstur. 

Stk. 2.
Á aðalfundinum kann avgerð bert verða tikin um tey mál, sum standa á fundarskránni.
Stk. 3.
Einki mál er samtykt, uttan at meirilutin av teimum, sum eru á fundinum, atkvøða fyri tí.

Nevndin

§ 10.
Nevndin skal umboðast av fimm nevndarlimum, sum verða valdir á hvørjum árligum aðalfundi. Tá ið ein nýggj nevnd skal umboðast, skulu í minsta lagi tveir av nevndarlimunum verða endurvaldir.

Stk. 2. Nevndin verður vald við skrivligum atkvøðum. Falla atkvøður eins, verður lutakast.

Stk. 3. Um eingin av sitandi nevndarlimunum stilla upp aftur, verða fimm nýggir limir valdir.

Stk. 4. Av tí at nevndin hevur høvuðssæti í Keypmannahavn, skulu í minsta lagið tríggir av fimm nevndarlimum vera búsitandi við høvuðsstaðarøkið.

Stk. 5. Fyri at gerast limur í nevndini, skal man hava møguleika at umboða onnur sálarfrøðilesandi lokalt í sínum lestrarbýi.

Stk. 6. Tiltakslimir verða valdir, um nevndin metir tað vera neyðugt, fyri at kunna fullmannað nevndina í samband við avboð ella brádliga fráfaring.

 

§ 11. Nevndin skipar seg sjálva við formanni, næstformanni, skrivara, PR-fólki og kassameistara.


Stk. 2.
Nevndin hevur ábyrgdina av dagliga virksemi felagsins. Nevndin er bundin av lógum og reglum felagsins, umframt lógum og reglum hjá Føroyskir Sálarfrøðingar, men hevur annars fullan myndugleika at umboða felagið.

 

§ 12. Nevndin skipar fyri fundi, tá ið formaðurin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið hinir nevndarlimirnir krevja tað. Allir fundir verða hildnir í Keypmannahavn.

Stk. 2.
Nevndin er viðtøkufør, tá ið minst tríggir nevndarlimir eru hjástaddir.
Eingin avgerð verður tikin uttan, at minst tríggir nevndarlimir atkvøða fyri.

Stk. 3.
Allar avgerðir verða skrivaðar í eina fundarfrásøgn.

Stk. 4. Felagið er bundið av undirskrift formansins.

 

§ 13. Formaðurin leggur fundarskrá og er orðstýrari til fundirnar. Formaðurin hevur kontakt við miðlarnar og nevndina í Føroyskir Sálarfrøðingar.

 

§ 14. Næstformaðurin traðkar til, tá ið formaðurin ikki er hjástaddur, og veitir stuðul til hinar nevndarlimirnar.

 

§ 15. Kassameistarin skal røkja fíggjarviðurskifti felagsins og greiða útreiðslur. Á hvørjum aðalfundi framleggur hann roknskapin fyri árið.

 

§ 16. PR-fólkið hevur ábyrgdina av at kunna limum felagsins.

 

§ 17. Skrivarin skrivar fundarfrásøgn á hvørjum fundi.

 

Samstarvið við nevndina í Føroyskir Sálarfrøðingar

§ 18. Nevndin í Føroyskir Sálarfrøðingar skal, áðrenn avgerðir av serligum týdningi fyri limirnar í SÁL verða tiknar, eftirspyrja nevndina í SÁL.

Stk. 2. Nevndin í SÁL kann heita á Føroyskir Sálarfrøðingar um at viðgera spurningar, sum hava serligan týdning fyri felagið.

 

Lógarbroytingar

§ 19. Hesar viðtøkur kunnu bert verða broyttar á regluligum fundi, tá ið 2/3 av nevndarlimunum atkvøða fyri, og tá ið nevndin í Føroyskir Sálarfrøðingar hevur góðkent broytingina.

Stk. 2. Viðtøkubroytingar skulu samsvara við viðtøkurnar hjá Føroyskir Sálarfrøðingar.

 

Gildiskoma og felagsslit

§ 20. Hesar viðtøkur eru góðkendar av nevndini í Føroyskir Sálarfrøðingar og koma í gildi 1. apríl 2015.

 

§ 21. Felagið kann verða slitið á regluligum aðalfundi, tá ið tað frammanundan er gjørt limunum kunnugt, og tá ið 2/3 av teimum møttu limunum atkvøða fyri.