Virkisvitjan á heysti 2016

VIRKISVITJAN Á HEYSTI 2016

Mikukvøldið 23 november 2016 skipaði SÁL fyri einum sosialum og fakligum tiltaki í Keypmannahavn fyri sálarfrøðilesandi.

80b445fb1090f0766a147f0dd7a2c8c43f49e9c7.png

 

Vit hittust klokkan 19.00 á Vestre Voldgade 111, har Psykologcentret Trekanten heldur til. Á Trekanten hevur Marita Mortensen, ið flutti niður til Danmarkar í 1974 og varð útbúgvin sálarfrøðingur fyrst í 80’unum, eina sjálvstøðuga klinik. Umframt Maritu starvast 14 aðrir sjálvstøðugir og tilknýttir sálarfrøðingar, ið allir hava hvørt sítt serøki. Marita hevur starvast á nógvum ymiskum økjum á síni yrkisleið: fyrstu tíðina innan heilsuøkið, síðan innan organisatiónssálarfrøðina og nú sum kliniskur sálarfrøðingur, har hon millum annað arbeiðir við arbeiðisviðkomandi trupulleikum. 

Marita fortaldi okkum um sítt áhugaverda dagliga arbeiði sum sálarfrøðingur, hvussu hennara yrkisleið sum sálarfrøðingur hevði verið, og hvussu tað er at vera sjálvstøðugur sálarfrøðingur í Danmark. Harumframt settu vit henni ymsar spurningar; eitt nú um útbúgving, gerandisdag, sálarfrøðileið og tilgongd. Marita arbeiðir út frá einum systemiskum og narrativum sjónarhorni, umframt at hon leggur stóran dent á tað kropsliga. Í trá við hetta sluppu vit øll at royna eitt mindfullness øvilsi, sum hon brúkar í sínum dagliga arbeiði sum sálarfrøðingur. Eftir hetta vórðu vit víst runt í hølunum hjá teimum ymsu sálarfrøðingunum og Marita bjóðaði kaffi og kaku.

Eftir at hava verið og vitjað í góðar tveir tímar, fóru vit víðari á eina barr, har vit sótu og prátaðu tvørturum teir ymsu árgangirnar og tey ymsu lestrarstøðini. SÁL vil við hesum takka Maritu fyri sera stóran blíðskap og eina ómetaliga áhugaverda framløgu, ið gav okkum øllum eitt innlit í, hvussu tað millum annað kann verða at starvast sum sálarfrøðingur.